Tuesday, November 19, 2013

Synd fyri sekularistarnar...


...men hesir eru náðileysir (í hvussu er teir gudleysu). 

Nú vita vit, at hesir slett ikki hugsa normalt ella logiskt; hesir reint sagt tykjast bera eitt slíkt hatur til Kristindómin og tess symbolir, at einasta loysnin ikki er toleransi ella neutralitetur men burturbeining:


Krossurin omanfyri eru leivdir av falnu Tvíburða tornunum.

Men desperatir ateistar hava í 2012 og møguliga seinni eisini, gjørt royndir við lógarinar valdið at beina fyri hesum sum opinbart minnir teir á religión (tá hevur man problemir). Ikki sørt øðrvísi enn talibanski hugburðurin mótvegis Budda standmyndunum.

Les meiri:

http://www.redstate.com/6755mm/2012/09/10/atheist-lawsuit-against-the-world-trade-center-cross-makes-me-want-to-scream/

Um hesir sekularistar fingu frítt spæl, hevði neyðardýri niðanfyri ivaleyst, skundisliga verði dømt til avrætting:


Og hesin er longu avrættaður:


Og hesin er tað reina nátturliga brotsverk:



Veit tí ikki, um hesir møguliga missa svøvnin yvir kross symbolir á galaksum:


Ella hvat hesir hugsa um Laminin:


Hvat er Laminin?:

http://en.wikipedia.org/wiki/Laminin

Og hetta kunnu vit so slett ikki finna okkum í (um myndin niðanfyri nú er verulig):


Nøkur øttast tí eisini fyri tí ágangi sum hesir møguliga fara at vísa móti trøðunum, teimum kristnu trøðunum í hvussu er (sum hesi niðanfyri):


(PS: Áðrenn nakran leggur upp til pástandin, so haldi eg ikki nakra av hesum myndum verða prógv fyri Kristindómin)




Saturday, November 16, 2013

Bíblian ella Koranin: Hvør er Orð Guds.

Fann hesa myndina av kjakinum vit høvdu við muslimar í Birmingham í 2008.

Evnið var: Bíblian ella Koranin: Hvør er Orð Guds?

Tað finnast klip av hesum kjakinum sum eg ivaleyst átti at lagt út (tá eg einafer fái stundir).



Friday, October 25, 2013

Villeiðandi gudleys tekning: militantir gudloysingar versus teimum religiøru


Eingin fer at bólka allar ateistar líka (ikki allir ateistar vísa seg at verða militantir, eins og ikki allir muslimar og øll kristin eru militant). Men her er óansæð enn eitt dømi uppá hvussu hesir royna at villeiða okkum við gudleysum satirum:

Dømi uppá ateistiska satiru:

Dømi uppá veruleika:



Upprunin til lív 'improbable'?


Dawkins játtar: at upprunin til lív á okkara klótu møguliga var ein 'improbable event'.

Um eg helt meg til somu heimsmynd sum Dawkins, vildi eg ivaleyst verið samdur.


Thursday, October 17, 2013

Ein sera ræddur ateistur





Lawrence Krauss er ein vísindamaður og sera aktivur gudloysingur sum í løtuni vaksur í sínum populariteti. 

Serstakliga er hann kendur fyri ikki at lata mótpartin sleppa at tosa, ella at tosa liðugt.

Fyrr í ár, vóru fleiri kjak hildin í Australia millum Krauss og William Lane Craig, har í Krauss vísti sína sonnu nátturu.

Eitt vóru royndirnar at órógva Craig undir framløguni, falska skjøl sum vóru nýtt móti Craig (sum ídag er prógva), etc; men eisini svikaliga avgerðin, at taka patent uppá kjakini, ikki at lata kjakini út, ella at lata kjakini verða streama.

Hetta vóru avtalir sum Craig og hansara team ikki vóru fyrireikaðir uppá, men sjálvandi kom hetta eisini óvanæta.

So er Krauss, hesin heimskendi vísindamaðurin og gudleysi framherjin møguliga bangin...?


Her er eitt sindur av kritikki til Krauss og tað kemur meir.

http://www.youtube.com/watch?v=M402dHkEqrU


Wednesday, September 18, 2013

Aftursvar til Rannvu Næss; Um Føroyar, Kristindóm, harðskap móti kvinnum, samkynd og nógv annað.


Fyri nøkrum døgum síðani, skrivaði Rannvá Næss aftursvarið ‘Blómandi sadisma í Føroyum’, sum var rættað til mítt aftursvar ‘Aftursvar til Hergeir Staksberg og ivaleyst onnur: um Bíbliuna, at steina børn og samkynd’ til greinina hjá Hergeiri Staksbergi ‘Tað var gamalt, at mann steinaði síni børn til deyðis’.
Eg vil fyrst takka Rannvu, at hon gav sær stundir at lesa og viðgera aftursvarið til Hergeir. Í hesum aftursvarið, vil eg, eftir besta førimuni, svara nøkrum av teimum viðmerkingum og spurningum, sum Rannvá Næss setur.

Rannvá skrivar:

Orsøkin til at eg valdi at fara í gongd við hetta, var aftursvarið ”Aftursvar til Hergeir Staksberg og ivaleyst onnur: um Bíbliuna, at steina børn og samkynd“ hjá Høgna Johannensen til Hergeir Staksbergs “Tað var gamalt, at mann steinaði síni børn til deyðis”.
Høgni Johannesen leggur út við at siga, at hann ikki heilt veit, hví hann tímur at svara upp á tað, sum Hergeir Staksberg hevur skrivað, men megnar kortini at skriva nakað, ið tók mær eina evigheit at koma ígjøgnum. Áhugaverdar hugleiðingar Høgni Johannesen kemur við, men eg skilji ikki heilt summi punkt og meiningar og havi kanska brúk fyri eini nærri grundgeving. Undir øllum umstøðum fekk hann meg í gongd við at seta meg at skriva, og so ein leygardag, so highfive og eitt herðaklapp til hansara.”

Høgni svarar:

Takk fyri herðaklappið. Góðir spurningar og havi einki ímóti, eftir besta førimuni, at svara tí aftur sum eg kann svara aftur.

Ránnvá byrjar við at spyrja, eftir keldum, ið vísa til at samkyndur lívstílur ikki var líka vanligur ímillum jødar í Palestina, eins og millum grikkar. Sum svar kann sigast, at samkyndur lívstílur var bannaður millum jødar; fyri hesum pástandi, finnast keldur bæði í Bíbliuni, Talmudini og í øðrum jødiskum tekstum, so sum Flavius Josefus, í ‘Against Apion, bók II’ og Philo í ‘Special Laws Book III, 37-38’. Ivaleyst funnust jødar við hesari tráan, sum eisini vóru virknir, men neyvan var hetta eitt útbreitt rák.  

Øðrvísi var støðan millum grikkar, har samkyndleiki var meira hálovaður; har vit millum annað kunnu vísa á Plato: The Symposium, Pausanias.

Víðari spyr Rannvá, hvar Jesus er lýstur sum ein dómari:

At Jesus er lýstur sum ein framtíðar dómari framkemur í Synoptisku Evangeliinum, Ápostlasøguni og Brøvunum, men eg kann bara sipa til tað sama evangeliið, sum sigur at Jesus ikki er komin fyri at døma heimin og sum mangan verður sitera í hesum høpið, ‘Jóhannesar Evangeliið’, sum sigur: “Ikki sendi Gud Son Sín í heimin fyri at døma heimin…”(3: 17). Tó so at í Jóhannes, kapitul 5: 22-23; 27-29 er Jesus lýstur sum ein dómari við hesum orðunum:

 “Faðirin dømir heldur ikki nakran, men hevur givið Syninum allan dómin, fyri at øll skulu æra Sonin, eins og tey æra Faðirin…Og Hann hevur givið Honum valda at halda dóm, við tað at Hann er Menniskjasonur. Undrist ikki á hetta! Tí tann tími kemur, táið øll tey sum eru í grøvunum, skulu hoyra rødd Hansara. Og tey skulu koma fram; tey sum hava gjørt gott, skulu rísa upp til lív, og tey sum hava gjørt ónt skulu rísa upp til dóm”.

Í bíbilska tekstinum lesa vit um tvær komir Jesusar. Tann fyrra har vit vanliga sipa til tann ‘Søguliga Jesus’, sum vandraði millum okkum fyri umleið 2000 árum síðani; har Jesus framstendur sum ein frelsari. Síðani og harnæst tann framtíðar eskatologiska koman og hendingin, tá Jesus tekur ábyrgdina sum universalur dómari, hvussu hetta so enn kemur at síggja út.

Her skal ein tíðskil geva sær á far um tvær hendingar, tvær komur og ymiskleikan av komunum.

Víðari skrivar Rannvá:

“…og so siga at tað er orsakað av tí sum stendur í Bíbliuni at menniskjan hevur morallógir, er tað er milt sagt at undirvurdera menniskjaheilan og sálina so dyggiliga. Morallógir og etikkur hava eksisterað í fleiri áratúsund, og langt áðrenn bæði Bíblian og Guð vóru uppfunnin! Men rætta meg endiliga, um eg fari skeiv.”

Høgni svarar:

Hatta er nú heldur ikki tað, sum eg havi sagt. Bara tí, at Kristindómur heldur fast við Mosaisku moralsku lógirnar og at eitt samfelag er undir ávirkan kristindómsins og tekur hesar lógir til sín, so pástandi eg ikki, at Kristindómur ella Bíblian neyðturvilliga eru orsøkin til alfevndan góðan moral allastaðni og til eina og hvørja tíð.

Í bíbliulæruni er Guds lóg, tað vil siga siðalæra og moralskt skynsemi, partur av sál menniskjans. Menniskjan hevur skil á góðum og óndum, uttan neyðugt atlit til Bíbliuna og teismu og sjálvt um menniskjan brýtur við hesar lógir, so velur menniskjan at gera tað tilvitað. Ongum nýtist at verða kristin, teist ella bíbliuvitandi fyri at kunna skyna á muninum millum gott og ónt. Men tað sagt, so hevur Kristindómurin, havt ómetaliga moralska ávirkan á vesturlendska samfelagið. 

Kristindómurin er eitt av teimum liðunum, sum virkaði fyri kvinnufrælsi, eins og Kristindómurin meiri enn nakað annað, hevur virkað móti eitt nú barnadrápi og trendin at leggja børn út (sum var vanligt í forðum). Víðari kunnu vit sipa til avtakan av trælahaldinum; bara fyri at nevna nøkur dømir.

Rannvá skrivar:

“Føroyar hava roynt at hildið fast við ta moralsku lógina í kristindómi, sum eisini sæst aftur í Móselóg, men eftirsum ríki Guds ikki er av hesum heimi, hava Føroyar ikki havt eina líknandi teokratiska lóg; revsilógirnar og rituallógirnar úr Gamla Testamenti hava vanliga ikki fylgt við.”
Okay, har misti tú meg so syngjandi...hví havi eg lisið alt hetta og ikki fyrr enn nú sigur tú, at Guðs ríki ikki er av hesum heimi. Hví er tað so, at vit skulu fylgja Nýggja Testamenti og tess morallógir, tá tær ikki eru ætlaðar okkum? Ella hvat var tað, ið tú meinti?

Høgni svarar:

Ja, kanska kom hatta ikki nóg klárt fram. 

Tá eg sigi, at Ríkið Guds ikki er av hesum heimi, so hevur tað millum annað við sær, at Kristindómur ikki politiskt sæð eigur at hava framgongd í heimssamfelagnum. Tó so hendir tað seg, at eitt fólkaslag, tekur við kristnari trúgv, ella livir seg inn í kristna trúgv og at hugburður og mentan gerast kristin. Hesin hugburður kemur harvið, at síggjast aftur í lógini. 

Í hesum føri kunnu vit siga, at landið er kristið av meiri fólkaræðisligum orsøkum og á sama hátt kann avkristnast av demokratiskum orsøkum. Tað er um fólkið og tess fleirital vilja hava aðra áskoðan í hásætið. Veit ikki um hatta útgreinar, hvat eg vildi siga í undanfarna skrivi.

Rannvá skrivar harnæst um støðuna hjá kvinnum í Føroyum, har í kvinnur eru fyri ómetaligum harðskapi. Og eg skal ikki siga hesum ímóti, men tú tykist at draga hetta inn í einum slagi av vavgreyti (orsaka orðalagið) við pástandinum um hetta er eitt kristiligt ting, sum onkursvegna loyvir monnum og onkuntíð kvinnum at pína teirra hjúnarfelagar; fyri at endurgeva orð tíni:

“Sadisma í Føroyum

men eg kann fortelja tær eitt um okkara fantastisku bíbliumoralsku Føroyar:
Um hjúnalagið millum mann og konu var so heilagt, sum Bíblian so vakurt greiðir okkum frá, so hevði tað verið ideelt í støðum, har maðurin aldrin lagt hevði lagt eftir at útint harðskap í móti konu síni.
Men var tað ikki akkurát orsakað av tí, ið stendur í Bíbliuni, at mann sær hjúnalagið millum mann og konu sum nakað heilagt í Føroyum, so hevði Føroyar sum tjóð havt effektiv rættaramboð til at basa húsarófriði – bæði kroppsligum og sálarligum – og ikki gjørt seg sekar í at gingið ímóti evropeiski mannarættindakonventionini,
Orsakað av prinsippum, sum standa í Bíbliuni um tað heilaga hjúnarlagið, hava Føroyar gjørt seg sekan í at stríða móti evropeisku mannarættindiskonventiónini art. 3 um tortur, har Føroyar EISINI hava skyldu til at verja borgarar í móti borgarum við effektivum rættaramboðum. Eitt útgangsstøðið hevði verið at byrjað við eini burturvísingarlóg, sum mann eitt nú hevur í Danmark.
Í mínum eygum eru Føroyar eitt sadistiskt samfelag, ið gníggjar sær í hondunum, tá meinigi borgarin ikki hevur møguleika at fáa hjálp í til dømis einari torturstøðu. Frálíkur sadistiskur moralur sum Bíblian hevur lært okkum!”

Høgni svarar:

Nú, eg veit ikki ordiliga hvat tú sipar til her. Sigur tú, at hjúnabandið er nakað lort, tí tað eggjar til harðskap, ella at Føroyar er nakað lort, tí at Kristindómur í Føroyum leggur upp til harðskap í hjúnabandinum?

Sum sagt, Føroyar er ikki eitt gudsveldi, lógirnar og juridisku lógirnar eru mær vitandi ikki avgjørt bíbilskar. Tá onkur meldar slíka illgerð til løgregluna og løgreglan og lógarvaldið skulu taka hesa sakina uppá seg, so er tað ikki kristindómur sum er í aktión.

Tá tað kemur til dølskni í lógarvaldinum og at viðkomandi valdsmenn og brotsmenn sleppa snikkaleysir, er talan heldur ikki um kristindóm í aktión, og harnæst so brýtur hetta enntá við kristna meginreglu, sum óansæð sín veika leiklut í politikki, kortini úttalar seg um lóg og revsing:

“Tí teir, ið stýra, eru ikki góðum verkum ein ótti, men óndum. Vilt tú sleppa frá at óttast yvirvøldina—ger tað, sum gott er, so skalt tú fáa rós frá henna! Tí hon er tænari Guds, tær til góða. Men gert tú tað, sum ónt er, so óttast! Tí hon ber ikki svørðið til einkis; hon er tænari Guds, hevnari, honum til revsing, sum ger tað, ið ilt er. Tí er neyðugt at vera lýðin, ikki bert tí revsing er, men eisini fyri samvitskunnar skuld” (Róm 13: 5).

Eg vildi hildi, at um lógarvaldið legði meiri dent á kristna bíbliuhugburðin, høvdu vit ivaleyst sæð nógv meiri og nógv skjótari inngrípan og nógv harðari revsing.

Í samband við harskap mótvegis kvinnum, ella hjúnafelaga, so stríðir hetta somuleiðis móti grundarlagnum og hugburðinum í kristnu trúnnið; eg skal bara vísa á nøkur bíbliubrot:

“Tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar…tit menn! Elski konur tykkara eins og Kristin elskaði samkomuna og gav seg sjálvan fyri hana” (Efesusbrævið 5: 22, 25).
“Tit konur! Verið tykkar egnu monnum undirgivnar…Tit menn! Elski konur tykkara og verið ikki beiskir við tær” (Kolossibrævið 3: 18-19)

Onkur vil sjálvandi peika á í hesum høpi, at tað er niðurgerandi fyri kvinnuna at verða manninum undirgivin, men so skal ein eisini hava í huga, at í samanhenginum skal maðurin elska konu sína og geva sítt lív fyri hana. Tað er tí einki høpið í pástandinum, at kristindómur eggjar til sadismu og tortur í hjúnabandinum, ella at Kristindómur uppalir eitt samfelag við slíkum hugburði og harnæst, um ein sjálvútnevndur kristin vildi framt slíkar illgerðir, so avnoktar hesin við slíkum gerningum sína kristnu trúgv:

“Men hevur onkur ikki umsorgan fyri sínum egnu og fyrst og fremst fyri húsfólki sínum—hann hevur avnoktað trúnna og er verri enn ein vantrúgvandi” (1 Timoteus 5: 8).

“Av hesum kennast børn Guds og børn djevulsins; hvør tann, ið ger ikki rættvísi, er ikki av Gudi, og líka lítið tann, ið elskar ikki bróður sín…Latið okkum ikki elska við orði ella tungu, men í verki og sannleika! Av tí skulu vit kenna, at vit eru av sannleikanum” (1 Jóhannesarbræv 3: 10, 18-19)

Víðari skrivar Rannvá:

“Heksajagstran – tað vóru eisini onnur enn tey kristnu, ið gjørdu tað...
“Og síðani heksirnar. Tað er ikki eina í Mósilógini, at heksarí er illa umhildið, aðrar mentanir søktu somuleiðis at heksum.
Og tað ger tað okay? Hatta minnir meg meira um, tá eg var barn og beiggi mín hevði fingið sær eitt stykkið av páleggsjokulátu at eta ikki-uppá-breyð, og tá mamma so fangaði MEG í at gera tað sama, so var mítt besta aftursvar altíð: Jamen, beiggi gjørdi tað eisini!”

Høgni svarar:

Nú veit eg ikki um tú skilti tað eg vildi hava framm, men tað, sum teksturin legði upp til, var at ávirkanin av at drepa heksir var ikki eina grunda á Mósilóg, og tí var lætt hjá tátíðar menniskjanum at draga hesa praksis úr Mósilógini. Endamálið var ikki at kasta skyldina á onnur samfeløg ella mentanir, men at vísa á, at ávís sum tykjast at hava verið kristin av eiti, í veruleikanum gjørdu skeivt, men av orsøkum til umstøðurnar, høvdu lætt við at gera skeivt.

Víðari skrivar Rannvá:

Spákonarí – manipulerandi tulking og dupultmoralur av ringastu skuffu
“Táið onkur—maður ella kvinna—fæst við at mana upp deyð ella spáa, skal hann lata lív…”
“Talan er tí ikki um veðurfrøðingar, men slík, sum seta seg í samband við tey deyðu fyri at vita um framtíðina; nakað, sum vit í dag vildu bólka undir heitið okkultisma.“
Tak meg ikki í tí, men var tað ikki Jesus sjálvur, sum vakti Lázarus upp frá teimum deyðu...well...eitt sindur dupultmoralskt, tá hann kann og hini ikki? Og grundgevingin fyri hví veðurfrøðingar ikki eru umfatað av fólki sum spáa er rættiliga tunn og totalt manipulerandi í ein rættning, sum fær tað at passa inn í tann vegin Høgni Johannesen vil hava fólk at trúgva. Tú kanst ikki broyta tað, ið stendur. At spáa er at spáa og at hava 15 ára aldursmark er 15 ára aldursmark, og ikki tann mátin at vera 15 ár, um tú kanska bara kennir teg sum ein 15 ára gamlan.

Høgni svarar:

Tað undrar meg stórliga, at tú ikki fatar hetta og eg fari at gera móti tínum ynski og taka teg í tí.

At úttala seg um veðurlagi grunda á teimum teknum vit síggja í veðurlagnum, verður viðgjørt aðra staðni í Bíbliuni og kemur ikki undir spádóm (Matteus Evangeliið 16: 2-3). Spáan í Bíbliuni er ein okkultisk praksis, sum hevði við sær í høpinum av tí versinum, sum sipa var til, at ein setti seg í samband við andar ella deyð fólk, um vegleiðing fyri framtíðar avgerðir ella framtíðar hendingum. Slíkt er heilt víst ‘verboten’ í Mósilóg og eisini í kristnari læru.

Somuleiðis undrar tað meg, at tú í hesum sama høpið, skalt draga uppreisn Lazarusar uppí. Manan av deyðum fyri at spáa um framtíðina, hevði einki við likamliga uppreisn at gera, manan av deyðum snýr seg um spiritismu, mediumir ella sjónina av onkrum í andaligum hami. Meðan hendingin, tá Jesus rísir upp Lazarus, var ein likamlig uppreisn, sum í høpinum av bíbliulæru var eitt av undrum Guds. Hesi bæði eru hvør sítt.

Rannvá skrivar:

Revsing í Føroyum handlar IKKI um at steina fólk til deyðis – bókstavliga...

“Kristindómur inkluderar moralsku lóg Ísraels, men ikki tað juridisku. Tað vil siga, at kristindómur revsar ikki brot á moralsku lógina.”

“Áhnei, tí tann mátin vit revsa uppá í Føroyum er so nógv betri: sleyg og slatur, útihýsan, happing og útspillan. Eftir mínari tulking av Bíbliuni – tí tað kann mann gott -  mann tað vera tað sama sum at steina onkran til deyðis: tí at í prinsippinum so rakar tú ein annan, gott nokk ikki við einum steini, men við orðum og so framvegis, og hetta kann í prinsippinum vara, inntil mann doyr.”

Høgni svarar

Eg eri samdur við tær Rannvá, at sleyga, happa og spilla út er sum at kasta steinar, men enn einaferð, tað undrar meg hví og hvussu tú bólkar hetta undir Kristindóm, ella hví og hvat ger hetta til eitt kristiligt ting?
Eg vildi fyrst og fremst hildið, at happing, sleyg og niðurgering, hoyrir øllum tjóðum og mentanum til.

Og Bíblian og Kristindómur fordøma slíkan atburð:

“…tann í rívir upp søk skilir vin frá vini” (Orðtøkini 17: 9).

“Orð útspillarans eru sum leskiligir rættir; tey glíða væl niður – inn í hjartadýpið” (18: 8).

“Baktalarin sigur frá tí, sum undir hann er lagt, og tann ið ikki dugir at tiga, skalt tú einki hava við at gera” (20: 19).

“Táið einki brenni er eftir, kólnar eldurin út, og táið eingin útspillari er, heldur stríð uppat” (26: 20).

“…falskur muður voldir fall” (26: 28).

“Men nú skulu tit eisini leggja tað av alt samalt: Vreiði, illsinni, óndskap, háð” (Kolossebrævið 3: 8).

“Vita tit ikki at hini órættvísu skulu ikki arva ríkið Guds...Hvørki siðloysingar, avgudadýrkarir, ella horkallar, hvørki tey sum, sum synd móti nátturuni, ella tey, sum gera hesa synd, hvørki tjóðar, havisjúk ella drykkjumenn, hvørki baktalarar ella ránsmenn skulu arva ríkið Guds” (Fyrra Korintbræv 6: 9-10)!

Rannvá skrivar:

„Í einum samfelag sum Føroyum, har mentanin er kristin, eiga vit tí ikki at hálova samkyndum lívstíli, men heldur ikki at niðurgera ella kúga tey, sum velja ella taka hesa lívsleið.”
“Hvør tosar um at hálova? Tey ynskja bara javnrættindi, og er tað ikki tað minsta mann sum eitt modernað samfelag kann geva teimum í tráð við øðrvísi etnisitet, kyn og átrúnaða?
Niðurgering og kúgan kann nemliga eisini vera at halda fólk uttanfyri í einum samfelag við at forða teimum í at giftast. Tað, at blíva við at vísa á, at tað í Bíbliuni stendur, at tað er skeivt at vera samkyndur er eisini ein álvarsligur formur fyri happing. Well, tað er eisini skeivt at vera ríkur, men ongin ger nakað við hetta málið! Tað eru simpulthen sooo nógv rík fólk til í verðini...men kanska havi eg bara akkurát plantað ein tanka til eitt nýtt lógaruppskot.
Eg bíði bara inntil tað í Føroyum so eisini verður ólógligt at eiga meira enn so og so nógvar pengar, sum avger um mann er ríkur ella ei. Ljóðar kanska eitt sindur ørt, ha? Men at tað skuldi verið ólógligt at giftast, um mann var samkyndur ljóðar eisini í mínum oyrum sum tað reina humbuk.”

Høgni svarar:

Eg eri ikki samdur her og vit verða neyvan nakrantíð samd.

Eg haldi, at ein og hvør skal hava loyvi at liva sum viðkomandi lystir, so leingi vit ikki gera hvørjum øðrum mein. Tað sagt, so eru tað nátturligir karmar, sum hava grundleggjandi týdning í einum samfelagi. Í bíbilskum høpi er samfelagið uppbygt at mammu og pápa, sum halda saman alt lívið og sum seta børn út í verðina.
Síðani kvinna og maður eru best skrúvaði saman og hesi náttúrliga kunnu seta børn í heimin, er hetta ein náttúrligur, grundleggjandi karmur fyri nakað so týdningarmikið sum hjúnabandið og familjulívið, sum harnæst byggir samfelag.

Í samband við Kristindóm og ríkidømi:

Sigur tú, at tað er skeivt eftir bíbilskum máti at verða ríkur? Tí tað er tað ikki. Men tað eru reglur fyri, hvussu ein nýtir sítt ríkidømið.

Annars, so kunnu vit eisini siga, bíbilskt sæð, at vesturlendingar, sum heild eru nakrir lort endar, av tí at Bíblian átalar tankan um at liva í ríkdømi, tá onnur svølta. Ein kundi kanska sagt, at vit øll áttu at skorið niður uppá helvtinia av okkara forbrúki; kanska lagt til síðis tann pening, vit brúka til ferðir, alkohol, veitslur, sigarettir, bløð, biograf, grillmat, sodavatn, bomm og óneyðug klædnaplagg, osfr, og heldur sent hendan peningin har tørvur veruliga er á honum; eg meini so við, átti tað ikki at verið ein lóg, sum forðaði slíkum forbrúki. 

Men hatta var kanska skemt frá tínari síðu, ein samanbering?

Rannvá skrivar:

Nei, orsøkin eigur ikki at vera tí, at mann byggir lógir á bíbliuspurningar um moral. Tað eru ikki allir løgtingslimirnir, sum hava gingið í sunnudagskúla og flestu lógirnar eru jú eisini upprunaliga gjørdar í Danmark og síðani adopteraðar til Føroyar.
Haldið bíbliusøgur uttanfyri lóggevaraøkið, og latið tey meira vísindaligu og rættvísingar moralu sleppa at stýra samfelagnum, so skal mann nokk síggja, hvussu vælumtøkt tað hevði verið at búð í Føroyum. Sjálvt eg hevði umhugsað at flutt heimaftur...

Høgni svarar:

Haldi ikki, at hetta hevur so nógv við bíbliusøgur at gera, ein hoyrir ikki so nógv um bíbliusøgur; men tá talan er um lærusetningar, so hevur Nýggja Testamenti eina rúgvu at siga um rættvísi, lógir og siðalæru. Ein Ný Testamentsligur hugburður er ikki ein so vánaligur hugburður at hava, tá ein skal uppbyggja eitt gott samfelag.
Tú skalt eisini hava í huga, at tað var vísindin, sum var íblandað við teimum ræðuleikum sum raktu heimsamfelag okkara so hart í seinasta árhundra. Tað er ómetaliga vandamikið, at lata slíkt vald í hendurnar á einum rákið, har meiningar og áskoðan gerast so lítið endaligar og flótandi.

Rannvá skrivar

Men so var hasin seinnaparturin eisini farin afturum!

Høgni svarar:

Gleðir meg, at eg kundi geva tær okkurt at tyggja uppá handan leygardagin.

Alt tað besta.


Saturday, September 7, 2013

Aftursvar til Hergeir Staksberg og ivaleyst onnur: um Bíbliuna, at steina børn og samkynd



Fyri stuttum skrivaði Hergeir Staksberg provokerandi greinina ‘Tað var gamalt, at mann steinaði síni børn til deyðis’.

Í skrivinum, sum er enn eitt skot í kjakinum um samkynd og hjúnabond, vil Hergeir onkursvegna javnmeta kristindómin við Móselógina fyri líkasum at vísa á, at hesi órættindi, sum okkara “kristna” samfelag ikki vil geva samkyndum, er ein hugburður úr steinøldini, har mann eisini steinaði børn, avrættaði menniskju fyri ótrúskap og eisini við lóg drap veðurfrøðingar.

Eg veit heilt erligt ikki, hví eg tími at svara uppá alt hetta, men her uppstanda so nógvar feiltulkingar og misskiljingar, at eg kundi ikki halda mær. 


Gamla og Nýggja Testamentið

Fyri tað fyrsta er tað ein grundleggjandi meginregla at skilja millum Testamentini og serstakliga millum sáttmálar, so sum Gamla sáttmálanum mótivegis tí Nýggja, og tíðarhúshaldini so sum lógartíðin og náðitíðin.

Einki av hesum kemur fram í greinini, sum vevur alt í ein vavgreyt. Ikki tí eg skal harta Hergeir fyri hetta - hetta er slíkur ógrundaður og ófakligur viðgerðarháttur, sum ein javnan lesur á netinum.  

Tað fyrsta, sum Hergeir og onnur mugu venja seg at skilja, er, at Móselógin var givin til eitt ávíst fólkaslag, í ávísum umstøðum, í ávísari tíð.
Um ein ikki er samdur, so er bara lesa í hesi bókini, sum Hergeir sigur minnir um eitt ‘spikpetti í útsjónd’, hvussu ávísar óbrúkbarar lógir mugu avtakast og aðrar setast í staðin, tá Ísraelsfólk búsetir seg í Kánan, eftir at tey í fjøruti ár hava reikað runt í oyðimørkini. Longu í upprunatíð fólks Ísraels broytist lógin. 

Harnæst hevur Hergeir heldur ikki givið sær far um bólkingina av lógum. Hetta er serstakliga umráðandi, tá ein skal skilja kristindómin í Mosaiskum ljósi. Til dømis eru ávísar lógir moralskar, ikki politiskar, juridiskar, mentunarligar ella umstøðuligar.

Millum jødar og kristin verður munur gjørdur á hesum bólkingum í Mósilógini. Hetta er ómetaliga viðkomandi í okkara uppfatan av hesum religiónstekstinum og eisini í forholdinum millum jødadóm og kristindóm.
Tað er harmiligt, tá persónar kritisera Bíbliuna og kristindóm eins og Hergeir ger í løtuni, og ikki eru vitandi um týdningarmikil og einføld hugtøk og vanliga bíbliuhermeneutik; í slíkum høpi uppstanda sjálvandi skeivleikar, og neyvan ynskir nakar at spilla tíð uppá at verða villeiddur.

Við øðrum orðum er eitt slíkt skriv ikki vert at lesa. 

Fyri at loypa beint í tað, so eru tær moralsku lógirnar altíð galdandi, bæði fyri jødar og kristin, eisini í dag. Her kunnu vit nevna tey tíggju boðini, boð sum til dømis at æra faðir og móðir, ikki at girnast eftir øðrum enn maka tínum, ikki at dríva hor og sjálvandi at elska okkara næsta.

Hesin partur av lógini fevnir eisini um alt, sum hevur við kynslívið at gera, so sum hvørjum ein kann hava sex við og í hesum høpi er samkyndur lívsstílur og umgangur eisini sipaður til sum eitt forboð.

Her, í høpinum av bíbliukritikki, uppstanda annars tveir bólkar. Tann bólkur, sum vil vísa á, at Jesus ongantíð nevnir samkynd og tí hevði eina jaliga áskoðan á tann lívsstílin, og tey, sum vilja vísa á, at søk Jesusar var veruliga at endurnýggja eitt teokrati undir Móselógini, har samkynd vildu brotið lógina og harvið verið atsøkt.

Tey, sum leggja dent á hesar tulkingar, royna síðani at kroysta hesar á tey kristnu, vónandi at vit (kristnu) verða kroyst í ein krók.

Tó raka báðar tulkingar við síðuna av.

Men Jesus, sum prædikaði moralsku lógina, nevnir ongantíð samkynd?

Var so Jesus jaligur um samkyndan lívsstíl?

Jesus sipar ongastaðni í tekstinum til samkynd, men so skal ein eisini hava í huga, at syndirnar, sum Jesus ongantíð kemur inn á í læru síni, vóru nógvar.
Tað eigur heldur ikki at koma óvart á okkum, at Jesus umboðaði ta moralsku lógina úr Gamla Testamenti, og eftir tí moralsku lógini brýtur samkyndur líviháttur við tær meginreglur, sum Gud gav fólkinum.

Men hví nevnir Jesus ongantíð homosexualitet? Grundirnar eru ivaleyst fleiri.

Millum annað hevði Jesus neyvan havt tørv á at leggja mikið fokus á evnið, eftirsum samkyndur lívsstílur millum jødar í Palestina ikki var líka útbreiddur eins og millum grikkar.
Ólíkur Paulusi í Rómarabrævinum, kapitul 1. og aðrastaðni, fer Jesus ikki í holt við evnið. Tað sagt, er øll læra Jesusar, allar hendingar og allir setningar neyvan niðurskrivaðir, ella varveittir.

Av størri týdningi er tó at bíta merki í, at Jesus, sum hevur nógv at siga um synd, vanliga ikki fer út í smálutir. Tað, sum er niðurskrivað, leggur serstakliga eftir teimum meiri vanligu syndunum, sum aftur kunnu bólkast (nakað, sum vit ikki hava pláss fyri í hesum aftursvari), so sum hor, siðloysi (t.d. sex uttan fyri hjúnaband), lystir eygnanna (t.d. pornografi), hatur, kúgan, osfr.

Við øðrum orðum, um Jesus skuldi, ella rættari, um skrivingin skuldi viðgjørt homosexualitet, mátti skrivingin eisini viðgjørt hópin av øðrum syndum. Men hetta var ikki tørvur á og er ikki tøvur á í hesum føri, eftirsum tey vistu og vit vita, at Jesus umboðar ta moralsku lógina.

Jesus vísir tó á ein lista av syndum, sum fevnir vítt:

“Siðloysi, stuldur, manndráp, hor, havisjúka, óndskapur, svik, skammloysi, øvund, spottan, hugmóð, fávitska” (Markus 7: 21-22).

Leggur læra Jesusar upp til, at samkynd skulu kúgast?

Øðrvísi kritikkur enn tann omanfyri leggur upp til, at Jesus kom at seta Móselógina í gildi, eisini við hennara juridisku og revsandi lógum, og at kristin í hesum føri, um tey veruliga trúgva boðskapi Kristusar, áttu at søkt at teimum samkyndu.

Hesin seinni pástandur verður vanliga grundaður á orð Jesusar í Matteus 5: 17:

“Hugsi ikki, at Eg eri komin at seta lógina úr gildi – ella profetarnar! Eg eri ikki
komin at seta úr gildi, men at fullkoma.” 

Jesus er eisini beskrivaður sum ein framtíðar dómari.



Tó, so er tað júst hetta brot úr læru Jesusar, sum vísir báðum omanfyristandandi pástandum aftur.

At Jesus ikki er komin at seta lógina úr gildi, merkir, at moralska lógin enn er galdandi.

Men Jesus sipar ikki bara til lógina, men eisini profetarnar, -sum broytir alt og vísir á, at søk Jesusar viðvíkur ikki eina ávísu lógini, men boðskapinum í Gamla Testamenti.

Tí nýtir Jesus eisini orðið ‘plerosai’ at ‘uppfylla’. Jesus er komin fyri at uppfylla lógina og profetarnar, tað vil siga uppfylla boðskapin í Gamla Testamenti.

Profetarnir eru av týdningi her, tí profetarnir vísa á, at ein nýggj lóg fer at koma:

“Dagar koma – sigur Harrin – táið Eg skal gera nýggjan sáttmála við hús Ísraels og við hús Juda, ikki sáttmála sum hann, ið Eg gjørdi við fedrar teirra, tann dag Eg tók í hond teirra at leiða teir út av Egyptalandi – sáttmálan við Meg sum teir brutu…Nei, hetta er sáttmálin, ið Eg skal gera við hús Ísraels eftir teir dagarnar – sigur Harrin –: Eg skal leggja lóg Mína í sinni teirra og skriva hana í hjarta teirra; Eg skal vera Gud Teirra, og tey skulu vera fólk mítt. Tey skulu ikki longur læra, hvør næsta sín og hvør
bróðir sín og siga: “kenn Harran”, tí tey skulu øll kenna Meg…” (Jeremias 31: 31-34)

“Eg skal geva tykkum nýtt hjarta, og nýggjan Anda skal eg geva tykkum í bróstið…Anda Mín skal eg geva tykkum í bróstið, og Eg skal gera, at tit halda lógir Mínar og gera eftir teimum” (Ezekiel).

Talan er tí ikki longur um Móselógina ella juridisku revsilógina, men um eina innaru
umbroyting, sum inniheldur moralsku lógina. 


Paulus ápostul sipar til hesa umbroyting í fleiri brotum:

“Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið – tað er vorðið nýtt” (2 Korintbrævið 5: 17).

“…Hann sum byrjaði gott verk í tykkum, skal eisini fullføra tað til dag Jesu Krists”
(Filippibrævið 1: 6).

Við øðrum orðum, Jesus umboðar í kristnum høpi ta moralsku lógina, men ikki ta juridisku lógina. Bæði argumentini omanfyri eru tí afturvíst.

Jesus vísir í Nýggja Testamentinum eisini á, at tíð lógarinnar er komin at enda, og at ein nýggj tíð, tað er tíð ríkið Himmiríkis, ella sum tað eisini verður sagt: ‘Ríkið Guds’ er byrjað:

“Men frá døgum Jóhannesar doypara inntil nú verður ríki Himmiríkis tikið við valdi…Tí allir profetarnir og lógin hava profetera líka til Jóhannes” (Matteus 11: 12-13).

Tað er ivaleyst eisini í hesum høpi, at orð Jesu skulu skiljast at:

‘Ríkið Mítt er ikki av hesum heimi’.

Hatta skuldi verði nóg mikið fyri at vísa á, at sjálvt um Móselógin og kristindómur eru samd í ávísum moralskum reglum, so er tað ikki neyðturviliga eitt krav, at kristindómur eisini fevnir um revsilógirnar.

Kristindómur og ríki Guds eru ikki av hesum heimi, og fokusið er á innvortis broyting, heldur enn lóg og revsing; við øðrum orðum er kristindómur ikki ein politisk religión.

Hví eru so Føroyar kristnar?

Her uppstendur so eftirfylgjandi spurningurin, hví kristindómur í Føroyum í so fall er knýttur at statinum? Og sjálvandi, svarið er, at føroyingar í fortíð gjørdust eitt traditionelt kristið fólk, og landið harvið gjørdist eitt traditionelt kristið land.

Upp gjøgnum øldirnar hava føroyingar valt at virða kristnu trúnna, og ávísur kristin hugburður er tí ivaleyst rótfestur í lógum, mentan og hugburði.

Ein kann tí siga í løtuni, at hetta er eitt demokratiskt val. Flestu føroyingar kenna seg í løtuni tryggar við, at Føroyar er traditionelt kristið, at tað er ein fólkakirkja, og at statur og kirkja er knýtt at hvørjum øðrum.
Sjálvt um eg ikki sjálvur eri í fólkakirkjuni og ikki eri samdur við kirkjuni á øllum økjum, og enntá bólki meg sjálvan sum radikal-vekingar-umvendingar-heilaggerings kristnan - (sjálvt um eg ikki eri perfektur), - har eisini mong kirkjufólk vildu bólka seg, so kann eg ivaleyst við flestu føroyingum siga, at hetta samstarv millum stat og trúgv veitir eina trygga etiska barlast fyri samfelag okkara. 

Føroyar hava roynt at hildið fast við ta moralsku lógina í kristindómi, sum eisini sæst aftur í Móselóg, men eftirsum ríki Guds ikki er av hesum heimi, hava Føroyar ikki havt eina líknandi teokratiska lóg; revsilógirnar og rituallógirnar úr Gamla Testamenti hava vanliga ikki fylgt við.

Tað sum eg vil siga er: Skal hetta samstarv enda og land okkara fulkommuliga sekulerast, og harvið moralska lógin í Bíbliuni burturbeinast, so má hetta verða úrslitið av einari demokratiskari broyting; tað vil siga, at fleirtalið av føroyingum mugu broyta hugburð og velja hesa leið. Ein evarska lítil flokkur av illum gudloysingum og ein munandi størri flokkur av uppreistrarsinnaðum liberalistum kunnu ikki bara soleiðis, uttan víðari, krevja at land og fólk knappliga skal dansa eftir teirra pípu.

Men hvør veit, kanska teirra tíð kemur, og tað mugu vit eisini innsíggja, og samstundis mugu vit ivaleyst eisini fyrireika okkum til glíðibreytina inn í eitt gudleyst samfelag, har avleiðingarnar kunnu gerast rættuliga hættisligar.

Her eri eg av tí áskoðan, at kjakið komandi árini má halda á, og at tann ávirkan, sum yvirtekur hjarta og huga fólksins, vinnur.

Nú, eru tað hol í hesum, sum eg higartil hava sagt?

Avgjørt, og eg vil gjarna vísa á nøkur! 

Tað vóru “kristin” samfelag, sum í farnum øldum yvirførdu partar av juridisku Móse-lógini. Vit kunnu sum dømi nevna heksabrenning og enntá í summum førum heilagt kríggj.
Í mongum førum kann tó sigast, at nýtslan av orðinum ‘heilag’ er høpisleys, eftirsum kríggj, við øllum tess ræðuleikum, vildi brostið á kortini.

Í samband við heksabrenning er hetta ein myrkur plettur fyri vesturlendska kristindómssøgu. Men kortini, so uppstóð hetta av tørvandi hermeneutik, at ávísir persónar ikki skiltu bíbliulæruna og júst yvirførdu partar av Móselógina (sum møguliga ikki førkaðu seg so langt frá teirra mentan og lógum) inn í kristnan høp.
Millum annað var kríggj ein týðandi veruleiki í miðaldar Europa, hví ikki kalla hetta heilagt kríggj? Píning var á ongan hátt duld, og hevði ongantíð verið tað, hví skuldi kúgan av øðrum minnilutan og vranglærarum vera ein so stórur munnbiti?
Og síðani heksirnar. Tað er ikki eina í Mósilógini, at heksarí er illa umhildið, aðrar mentanir søktu somuleiðis at heksum.

Tískil, ávíst sum eg her sipi til, og sum kunnu tykjast at vera hol í mínari framløgu, mugu eisini síggjast í umstøðunum av einum samfelag, har kristindómur og tess ávirkan spakuliga gera seg galdandi, - har samfelagið tók kristindóm til sín sum eina statsreligión og traditión, uttan at tann einstaki persónurin neyðturviliga umvendi seg ella fór ígjøgnum nakra andaliga endurføðing.

Í slíkum høpi kann kristindómur penslast ómetaliga dapur. 

Bíbliutulkingarnar hjá Hergeiri.

Lat meg síðan enda hetta aftursvarið við at viðgera nakrar av bíbliutulkingunum hjá Hergeiri.

Eg havi ikki størri viðmerkingar til fyrstu tulkingina, at maður og kvinna, sum dríva hor, vórðu steinað til deyðis. So avgjørt blóðugt og brutalt, men hatta er tað, sum Móselógin legði upp til í slíkum høpi.

Hergeirsa tulking av ‘banna faðir og móðir’ og ‘spádómum’ rakar harafturímóti langt við síðuna av.
Millum annað er Hergeir komin til tað niðurstøðu, at ‘banna faðir sínum’ er tað sama sum at nýta banniorð í einum setningi, tá ein tosar við foreldur síni; fyri at sitera tíni orð:

“For fanin babba! Kom her við tær. Tú hevur sitið alt ov leingi í hasum bálinum. Tú kolast upp, um tú ikki reisir teg upp og finnir tær eitt kaldari stað at sita”.

Hetta kann neyvan raka longur við síðuna av og er bara dømi um, hvussu alneyðugt tað er, at Hergeir setir teg inn í tingini, áðrenn hann leggur slíkar tulkingar út alment. Tað er sjálvandi, um hann heldur tað vera neyðugt at spæla ‘fair play’.

Orðið ‘banna’ í hesum høpi ‘kakologio’ (á upprunamálinum), merkir at ‘tosa ilt um’. Rótin til orðið er ‘kakoetheia’, sum merkir ‘ónt, óndur av náttúru’. Orðið verður nýtt um ein, ið hevur ilt í huga. Teksturin sipar tí ikki til leyst og óskyldugt bannarí, nýtt í einum setningi uttan ábreiðslu, men til ein, ið veruliga ynskir at gera foreldrum sínum ilt.

Tildømis í Markus 7: 7—13 siterar Jesus hetta brotið í samband við tilkomin fólk, ið skera foreldrini út úr teirra lívi; sum velja ikki at taka ábyrgd fyri teirra lívi og heilsu, tá hesi eru komin upp í árini.

Við øðrum orðum, at banna faðir og móðir vildi her lýst ein tilkomnan persón, sum í teimum umstøðum vrakaði síni foreldur.

Í hesum høpi, Jesus sipar til, valdi ein sonur at geva peningin til templið og lata foreldrini ganga svong. Hetta er slíkt, sum ger Jesus svakan, og her siterar Jesus enntá revsilógina, at eftir Móselógini átti ein slíkur at latið lív. Jesus livir hóast alt í fyrsta árhundrað í Judea, har Móselógin var í fokus, í huga fólksins.

Tað eigur tí ikki at koma óvart á okkum, at hetta við at taka ábyrgd fyri foreldrunum og familju er ein grundleggjandi meginregla í kristnu trúnni; sum Paulus skrivar í Fyrra Brævinum til Timoteus:

“Men hevur onkur ikki umsorgan fyri sínum egnu og fyrst og fremst fyri húsfólki sínum – hann hevur avnokta trúnna og er verri enn ein vantrúgvandi” (5: 8).

Seinna tulkingin, har Hergeir sipar til tey, ið spáa, rakar ikki minni við síðuna av.

“Í somu bók eru eisini ring tíðindi til tey, sum spáa. Tey skulu eisini drepast, so tit veðurfrøðingar, demografar og øll onnur, sum spáa um framtíðina. Tit eru fucked. (3.Mósebók 20, 27)“

Hvussu í allari tí víðu verð Hergeir kemur til tað niðurstøðu, at hetta sipar til veðurfrøðingar, er mær ein størri gáta. Okkurt sigur mær, at Hergeir antin tvætlar, ella hevur hann ikki ánilsi fyri, hvat bíbliuteksturin veruliga snýr seg um.

Í samanhangi sigur teksturin soleiðis:

“Táið onkur—maður ella kvinna—fæst við at mana upp deyð ella spáa, skal hann lata lív…”

Talan er tí ikki um veðurfrøðingar, men slík, sum seta seg í samband við tey deyðu fyri at vita um framtíðina; nakað, sum vit í dag vildu bólka undir heitið okkultisma.

Tað eru beinleiðis dømi um hetta í Bíbliuni, til dømis tá kongurin Saul ráðaleysur um framtíðarstøðuna við grannalandið av filistarum søkir eitt medie fyri at mana upp profetin Sámuel (Fyrra Sámuelsbók 28). 

Hvør er so niðurstøðan í øllum hesum?

1. Kristindómur inkluderar moralsku lóg Ísraels, men ikki tað juridisku. Tað vil siga, at kristindómur revsar ikki brot á moralsku lógina.
Í einum samfelag sum Føroyum, har mentanin er kristin, eiga vit tí ikki at hálova samkyndum lívstíli, men heldur ikki at niðurgera ella kúga tey, sum velja ella taka hesa lívsleið.

2. Kristindómur er ikki ein politisk religión; eingin kann revsast juridiskt í navni kristindómsins ella Kristusar. Við øðrum orðum er tað ikki ábyrgd kristnu Føroyar at revsa samkyndan eftir Móselógini.

3. Føroyar er eitt traditionelt kristið land, skilt á tann hátt, at flestu kalla seg kristin; í hesum føri er samstarv millum stat og trúgv, og moralska lógin er vorðin partur av okkara grundleggjandi uppfatan av morali. Grundað á hetta kunnu samkynd saktans liva sum samkynd, búgva saman sum samkynd, men ikki fara út í samkynt hjúnalag.

4. Tað sagt: støðan kann í framtíðini broytast, um fleirtalið av føroyingum velja at bróta við kristna arvin, og um slík ávirkan brýtur samstarvið millum stat og kristnu mentanina. Er hetta ynski føroyinga, so má kristna mentanin víkja og onnur mentan fáa valdið.