Monday, February 27, 2012

Trúarverjuskúlin í Føroyum



Ert tú trúgvandi? Gongur tú á hægri skúla? Hevur tú ilt við at svara ella finna svar upp á teir spurningar, sum sáa iva um tína trúgv? Koma børn tíni heim við trúarspurningum, tú ikki megnar at svara? Ella hevur tú sum kristin bara hug at taka lut í kjakinum, at svara spurningum og seta spurningar aftur?


Kristna trúgvin og Bíblian hava til allar tíðir verið fyri álopi. Tíðin í dag er onki undantak. Okkara unga fólk lærir á hægri skúlum um bíbliukritik og møtir hugburði ímóti Guds tilveru, og alnetið og sjónvarpsrásir hava latið heim okkara upp fyri øllum antikristiligum argumentum, sum kunnu upphugsast.


Alt meðan eitt nýtt ættarlið verður lært upp at kjakast og stríðast ímóti kristindóminum, hava kristin heilt sjáldan havt neyðugu atgongdina til tilfar, keldur og ta venjing, sum kann gera tey før fyri at standa ímóti hesum ráki.


Hetta er grundin til, at OM nú bjóðar til venjing og undirvísing í trúðarverju.


Talan er um ein skúla, sum varar eitt ár, eitt ella tvey kvøld um mánaðin. Skúlin verður í Tórshavn og í Eysturoynni.


Næmingar koma at fáa frálæru, praktiska venjing í kjaki og koma at taka lut í bólkaarbeiði. Eisini verður fyrireiking til kvøldini neyðug, og heimauppgávur verða at gera.


Evnini koma at fevna um: Heimsmyndir. Er Bíblian álítandi? Er Gud til? Gud og líðing. Trúgv og vísund. Postmodernisma. Ateisma. Hvussu søguligur er Jesus? Kristindómur og aðrar religiónir.


Lærarar verða m.a.: Símun Absalonsen, Ejvind Mouritsen, Jógvan Zachariassen, Heðin Lamhauge, Høgni Johannesen og Dánjal Petersen.


Fyrsta undirvísing verður umleið 20. – 22. mars. Nærri kunning kemur skjótt.


Tilmelding fer fram á OM heimasíðuni www.om.fo Tilmeldingin er galdandi, tá luttøkugjaldið á kr. 200 er goldið á kt. 9181-426.219.2


Heimasíðan:


Tilmelding:

Sunday, February 12, 2012

Menniskjaknæði: eitt 'evidence' fyri ID?



Sera áhugaverd grein hjá Stuart Burgess.

http://www.trueorigin.org/knee.asp

Burges argumenterar millum annað fyri, at menniskjaknæði er ein mekanisma, sum bara kann forklárast við I.D.?

Eg hitti Burgess í Onglandi í 2010, undir einum av hansara fyrilestrum í Birmingham. Hann er ein av heimsins størstu inginørum og virkar sum professari innan 'engineering design' á universitetinum í Cambridge og Bristol.

Í 90unum spældi Burgess ein týðandi leiklut í bygnaðinum av heimsins størsta satelitti ENVISAT.

Tað sum er áhugavert við Burgess, er at maðurin vegleiðir næmingum á doktaragradstøði í at granska menniskja og djórðakroppar út frá design, men ikki endiliga I.D. At kyknan, menniskjaknæði og fuglaveingir kunnu og eiga at verða granskaðir út frá handverksfrøði heldur Burgess verða ein vaksandi trendur uttan at ein yvirhøvur nýtist at koma inn á ID rørðsluna.

Saturday, February 11, 2012

I.D. og robottar

Tá man hugsar um, hvussu lítil framgongd hevur verið í royndini at framleiða menniskjalíknandi robottar, hvussu sannlíkt er tað at nátturan við sínari mekanisku tilvild hevur megna at framleitt kompliseraða lív samanknýtt av likami og persóni?