Tuesday, November 29, 2011

Fyrilestur í trúarverju í Kaldbak í kvøld

Talan er um samkomuna 'Nazaret' í Kaldbak klokkan 20:00 til 21:00/21:30. Evnið kemur at snúgva seg antin um 'trúðvirði Bíbliunnar', ella verður tað 'ein kristin kritikkur av gudleysu rørðsluni í Vesturheiminum'.

Hetta er teirra vanliga vikuliga lærumøtið og bønarmøtið, tí verður byrja við einum hálvum tíma av bøn, áðrenn fyrilesturin.


Friday, November 25, 2011

Tilfarð innan trúarverju til sølu

Biola universiteti í Los Angeles, hevur eina framúrskarandi avdeiling innan trúarverju. Her fæst frálæra frá teimum mest serkønu trúarverjunum í heiminum.

Eisini sigst hetta at verða heimsins besta miðstøð fyri trúarverju og skúlin bjóðar eitt nú, eina tvey ára mastaragrad í trúarverju og eisini eina tvey ára mastaragrad í religión og vísind.

Evnini og argumentini hava somuleiðis verið slóðbrótandi og dekka so at siga øll økir, so sum søgu, fornfrøði, vísind, gudfrøði, heimspekið, religiónir, kultir, ateismu og nógv annað.

Eg vil bara gera vart við, at mesta av tilfarinum, DVD, CD og bøkur er til sølu og kann bíleggjast. Eitt nú er 20% avsláttur á allar vørur til 6 desember.


Wednesday, November 23, 2011

Líkheitir millum nátturulismu, Dawkinsa darwinismu og satanismu


Hetta er eitt kjak millum tveir leiðandi satanistar, úr Anton Lavey satanisku kirkjuni og ein kristnan sjónvarpsvert. Satanistarnir báðir duga ótrúliga væl at argumentera og eru ómetaliga róligir (nærmast ov róligir), og tann kristni brýtur alt ov ofta av, sum er heldur irriterandi. 

Tað sum er ræðandi við prátinum, er at hendan sataniska dogmam byggir nátturuleika. Menniskjan er eitt djór, gott og ilt eksistera ikki, etikkur er ikki absolutur, men heldur hugsjónin hjá tí einstaka, hevnd er eitt nátturligt instikt sjálvt tá ein sjálvur fer skeivur, Hitler var heldur ikki óndur í sínari viðferð av jødunum. Bara fyri at nevna nakað av tí sum kemur fram.

Eg skrivaði fyrr í árinum eitt heldur langt innlegg um tað mynd Richard Dawkins, teknar av nátturuni og tilveruni:


Ikki tað at Dawkins eins og hesir satanistar er jaligur um dapra veruleikan (hann pástendur jú, at menniskjan kann fyribyrgja genunum, um vitanin er til tess og at vit soleiðis kunnu mennað okkum ein veg út úr trupuleikanum), men heimsmyndin sum Dawkins teknar (og sum hann ikki ynskir at fáa fótafesti) og tann heimsmynd sum hesir satanistar framseta er kortini ikki heilt ólík. Tað tykist fyri mær, at alt í meðan Dawkins flýggjar frá hesi heimsmyndini sum hann umboðar, so liva hesir satanistar darwinistisku heimsmyndina fult út.

Í løtuni taki eg hetta, sum um at satanistar liva darwinismuna etiskt fult út, av tí eini grund, hon er nátturlig og viðkomandi fyri tann einstaka.

Tað er eyðsæð at flestu menniskju ikki hoyra til hendan bólkin, men kann ein slík heimsfilosofi knappuliga bróta seg frá okkara siviliseraða hugburði? Hetta sóu vit jú í undanfarna árhundra, har persónar av bestu meining ynsktu at uppbyggja utopia á jørð.

Tuesday, November 22, 2011

Tveir ateistar koma út úr skápinum

Eg ætli mær gera nógv meiri við Youtube í framtíðini og nógv minnið við skriving. So byrji bara og læri so við og við at gera tað betri.

Tveir ateistar koma út úr skápinum

Ikki út úr ateismu, men tí typiska vísindaligu páhaldinum, vit kalla Darwinisman (menningarlæran).


Í 2010 var bókin hjá Jerry Fodor og Massimo Piattelli Palmarini, ‘What Darwin got wrong’ útgivin. 

Vit eru vanliga von við, at kritikkurin av menningarlæruni kemur frá tí kristna ella teistiska vonginum, men í hesum førinum, er tann eini heimspekingur og annars báðir vísindamenn innan ‘cognitive science’ ateistar.


Sjálvandi gingu tilhengarir av Dawkins og aðrir darwinistar amok og demoniseringin, var av tí vanliga dramatiska slagnum:



Eg geri meg ikki klókan uppá hetta kjakið, eftirsum hetta er langt uttanfyri mítt granskingarøkið, haldi tað tó verða áhugavert, at tveir ateistar tora at melda soleiðis út. 

Í hesum sambandi kann eg eisini nevna David Berlinski, ein mær vitandi, ikki so religiøsur persónur, sum eisini umboðar ‘Intelligent Design’ sum fyri nýðliga útgav bøkurnar 'The Deniable Darwin + other Essays' og The Devils Delusion: Atheism and it's Scientific Pretensions.

Eg haldi vit kunnu verða samd í, at ikki allir teistar eru kreationistar ella ID tilhengarir, men samstundis mugu vit ásannað at ikki allir ateistar halda seg til mest umtóktu áskoðanina av menning.

Sunday, November 20, 2011

105.000 kristin dripin fyri teirra trúgv árliga


Dugi ikki at siga um statistikkurin er álítandi. Fyri nøkrum árum síðani ljóðaði hann uppá 150.000. Men hetta er ikki óhugsandi. Serstakliga í muslimska heiminum verða kristin myrd, burturførd og neyðtikin í hópatalið, alt meðan vesturlendska media, í sínari politisku korrektheit velur at fjala yvir ræðuleikarnar.


Tølini fyri Sudan liggja møguliga upp í móti einari millión, kanska hálva aðru millión síðani 80ini. Harnæst mugu vit heldur ikki gloyma, at fleiri hundratúsindatals kristnir trælir verði hildnir í arabiskum londum, hesi eru vanliga kvinnur og børn tikin sum krígsfangar í jihad. Hvussu mong av hesum enn eru á lívið og hvussu mong av hesum doyggja árliga er ógvuliga ringt at vita. Støðan í Indonesia er altíð hættislig. Í 70unum gjørdust milliónir av muslimum kristnir og talið økist enn. Muslimar hava tí í longri tíð ført Jihad í mongu kristnu bygdunum, har í hópdrápini eru mong og heilar bygdar tvingaðar at taka við Islam.

Av ateistiskum londum er talan serstakliga enn um Kina og Norður Korea. Í Norður Korea verða kristin í hópatalið enn pínd og dripin í fangatippum. Kina sigst at hava víst meiri tolsemi mótvegis teimum kristnu í landinum, sum nú telja umleiða 100 milliónir. Ávísir mannarættinda felagskapir vísa tó á, at Kina framførir proganda og at støða teirra kristnu framvegis er spent.

Friday, November 18, 2011

Hvat verður at lesa á 'Kristindómur Svarar'?

Hugsaði tað kundi verða áhugavert, at nevna nøkur av teimum evninum, sum eg í løtuni hyggi inn í og í framtíðini fari at framleggja her á blogginum.

Sovjet, Kommunisma og Ateisma

Áhaldandi pástanda ateistar at einki veruligt samband er millum kommunismu og ateismu. At ræðuleikarnir í kommunistiskum londum, skyldaðust einari forvronglaðari politiskari skipan, heldur enn einari ateistiskari áskoðan.
Eftir at hava grava meg ígjøgnum nógv av rúgvuvísa tilfarinum sum er til taks, loyvi eg mær at ivast um hesa útlegging. Eg skal tó ikki verða alt ov fordømandi, eg eri vísur í at forgangarnir høvdu góð motivir og veruliga høvdu ætlanir um at skapa eitt jørðiskt utopia. Hesir høvdu í 40unum, trupuleikar av darwinistisku ástøðini, eftirsum kommunistarnir úttalaðu seg um kapitalistarnir og nazistarnir vestanfyri, sum út frá Darwin, roknaðu menniskjan fyri at djór; kommunistarnir vildu ikki niður á slíkt lágt støði. Trupuleikin vísti seg tó at verða, at menniskja í kommunistiskari-ateistiskari áskoðan, tó hægri enn ein apa, tó ikki var mett hægri enn ein klumpur av evnið. Út frá slíkari heimsmynd er tað eygsæð, at reglarnir og virðini fána burtur í einki.

Trúgv og ateisma í Triðja Ríkinum

Hetta evnið hevur verið frammi her á blogginum fleiri ferðir. Tað eru rúgvuvís av keldum, sjónvarpsprát og annað sum ein kann sipa til í hesum sambandinum, og eg fari at sitera og vísa á ein fittan hóp av keldutilfarið. Var Hitler kristin ella ateist? Persónliga hætti eg mær ikki at siga at Hitler var ateist. Kortini dugi eg væl at síggja, út frá nazistiskum tekstum, at Nazisman var ómetaliga gudleys í sínari áskoðan og at hesir vóru eins snildur og italsku fasistarnir, at nýta religión sum eitt stórsligi propagandatól fyri at gera seg betri lýddar av fólkinum. Tí havi eg ilt at fella fyri niðurstøðuni hjá so mongum, at Hitler bæði var religiøsur og kristin tí hesin fleiri ferðir sipar til Gudin og Kristindómin í 'Mein Kampf'. Henda niðurstøðan umhugsar ikki tað fullu myndina. Áhugavert at Hitler eisini sipar til tær ævigu lógirnar og møguliga hægru maktina sum sjálvan alheimin; veit ikki heilt hvussu tað skal skiljast í høpinum av Kristindóminum. Eri tó vísur í, at hevði Nazi-Týskland vunni veraldarbardagan hevði Evropa verði trýst undir eirindaleysa statsateismu.

Eg fari at framleggja fleiri innlegg, um hesi bæði omanfyri nevndu heitini, eftirsum viðkomandi úttalisir og argumentir áhaldandi verða nýtt í kjakinum.

Hvør skrivaði Lukasar Evangeliið?

Eg eri í hálvt við at viðgera bókina hjá Sølvará, 'Guds orð ella orð um Gud'. Eg fari at byrja við hansara viðgerð av Lukas høvundanum í mótsetning til Lukas, samverkamann Paulusar.

Eftir at hava lisið í bókini, skilji eg betur, hví gudfrøðingurin Kristian Hansen, seinasta ár setti spurning við avgerðina hjá 'fróðskapur', um at útgeva bókina sum eitt akademiskt verk. Bókin er eftir mínari metan lættisoppa lestur, eitt summirat av tí einu negativu viðgerini av Bíbliuni og Kristnu trúnnið, har í kristna síðan og aftursvarið nærum slett ikki sleppur upp í part. Haraftrat er hópur av keldunum óbrúkiligar í teirra konteksti og verkið vilt og nærum ósømuliga polemiskt. Um bókin hevði verið útgivin út frá egnum forlagið, hevði skilt tað, men tað er mær ein gáta, hvussu slíkur lesnaður, oftani verður útgivin sum akademiskt ella fróðskapur.

Skrivaði eitt sindur av kritikki, um skrivingina hjá Sølvará, fyri nøkrum mánaðum síðani:


Sunday, November 13, 2011

Bloggurin hjá 'Gudloysi' brýtur 266b

Enn ein áheitan til 'Gudloysi'. Læt meg fyrst siga, at eg ongan beinleiðis, persónligan kritik havi mótvegis limunum í 'Gudloysi' sum heild. Óansæð teirra kritik á religión og kristnum, so haldi eg, at fleiri av hesum (fyri meg persónliga) fyrikoma ómetaliga væl dannaði. Má kanska mangan sláa meg sjálvan í høvdið, haldi meg sjálvan til tíðir, at verða nógv ógvusligari í mínum úttalisum (Havi annars broyt meining hesum viðvíkjandi ídag, 29 mai 2012)

Veit eisini, sum Heini mangan hevur tikið uppá mál (og sum vit fara at koma inná nú), at felagið 'Gudloysi' ikki neyðuga tekur sama sjónarmið, sum ein og hvør av teirra bloggarum dittar sær at sleingja út fyri almenningin at lesa. Við øðrum orðum kunnu limir í 'Gudloysi', skriva ávíst á bloggin hjá 'Gudloysi', tó at hesir ikki umboða felagið 'Gudloysi', eg blívi ikki heilt klókkur uppá hatta, men læt tað fara. 

Tó so kann eg ikki lata verða við festa meg í at 'Gudloysi' loyvir ávísum persónum at nýta bloggin til beinleiðis haturstalu og niðring. Veit væl at teistar og ateistar hava sum eitt av mongum endamálunum, at vísa á vandarnarar og feilirnar hjá hvør øðrum; eg loypi jú áhaldandi á Richard Dawkins og limir í 'Gudloysi', gera sítt fyri at loypa á Jenis av Rana og Miðflokkin. Men hetta er ikki einsbetýðandi við, at talan skal verða um beinleiðis niðring, hatur og vandamikla uppøsing móti ávísum persónum og bólkum. 

Veit tí ikki hví 'Gudloysi' loyvir slíkari niðring á blogginum sum vit eru vitni til í seinasta upplegginum; har í ein ávísur bloggari skrivar:

"Heldur vil eg lýsa støðuna í Føroyum soleiðis, at vit í fleiri árhundrað hava barst fyri at vinna frama fyri rationalitet og humanismu ímóti fundamantalistisku trúgvandi andsdvørgunum. Og eg sigi andsdvørgum í somu niðrandi merking, sum tú hevur lisið tað: ein persónur, óansæð um hann er ein intellektuel kempa, sum ger seg til fortalara fyri eini so ódámligari, ósympatiskari og fordømandi dogmatiskari  læru, sum kristindómurin er, er framvegis ein andsdvørgur í mínum eygum."

Í hesum førðinum háðar bloggurin hjá Gudloysi tveir bólkar: kristin og dvørgar. Eg haldi at í ljósinum av núverandi lóggávu og typiskum samfelagsholdningi er hetta átaluvert.
Hetta er sami persónurin sum áður hevur úttala seg um at útrudda religión (Gud viti hvussu, tað kundi hesin ikki svara mær uppá fyrr í árinum), sum vil hava Sovjet líknandi lógir at bannað kristnari dogma fyri kristnum børnum í kristnum heimum og beinleiðis hevur hótt við verbalum andlit til andlits ágangi. 

Fyri mær kann tað verða floytandi líka mikið, um ateistar undirdýggja kristin við ókvæðmisorðum, hetta provokerar meg slett ikki. Men um tit ynskja at uppnáa nakra virðing, so er hetta bara ikki vegurin frammat. Torið væl at siga, at kristin hava gjørt seg skyldug í líknandi úttalisum og slíkt gevur sum sagt bakslátur. 

Haldi at felagið út frá núverandi lóggávu átti at tikið eitt sindur av ábyrgd fyri, at bloggur tykkara ikki verður eitt tól nýtt til slíkt nazi-líknandi jabbarí, ikki minst tí, at tit ivaleyst verða sæddir (um eg skilji rætt, men rætta meg endiliga, møguliga fara eg púra skeivur her) sum fyrimyndir fyri lógum so sum 266b, tá tað kemur til rættindini hjá ávísum bólkum, sum sigur: 

§ 266b.: Den, der offentligt eller med forsæt til udbredelse i en videre kreds fremsætter udtalelse eller anden meddelelse, ved hvilken en gruppe af personer trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hudfarve, nationale eller etniske oprindelse, tro eller seksuelle orientering straffes med bøde, hæfte eller fængsel indtil 2 år.

Ella hvat? Telur lógin fyri muslimar, myrkan húðalit og samkynd, bara ikki kristin? Sum sagt eg veit ikki heilt hvat tykkara støða til 266b er og um tit yvirhøvur eru samd um eina slíka lóg.


Tápulig lóg? Tað halda summi, men hetta er í hvussu er holdningurin í løtuni og tí geri eg vart við meg, um bólkar ella persónar forbróta seg í samband við ágang móti kristnum. Í hesum førinum er tað greitt at bloggur tykkara inniheldur niðurgerð og háðan av einum samfelagsbólkið, í hesum førinum kristnum. Tað má tí verða tykkara ábyrgd sum felag, at heimasíðir ella bloggar sum felagið umboðar, eisini heldur seg til núverandi lógina og holdningin og tekur ábyrgd fyri hvat bloggarir og limir úttala seg um, á tykkara bloggi.

Sum kristin so havi eg sjálvandi mína áskoðan um ateismu og eitt nú samkyndan lívstíl (bara fyri at nevna tvey klassisk dømir). Eg havi tó ongan rætt til, at fordøma, háða, loypa á, ella niðurgera hesar persónar á nakran hátt, sjálvt um eg haldi at dialogur og kritkkur eigur at verða vælkomin frá báðum síðum, serstakliga um tann eini bólkurin leggur upp til tað. 

Um viðmerkjarir á 'Kristindómur Svarar', kristnir ella ikki, loyva sær (á blogginum) at nýta slíkt hatursmál um ateistar ella samkynd, ella nakran annan, verður viðkomandi átalaður ella teksturin slettaður. So simpult sum tað.


Ljóta greinin á 'Gudloysi' kann lesast her:  http://gudloysi.fo/2011/11/gudloysi-i-manntal/

Saturday, November 12, 2011

Kunnu vit líta á Nýtestamentligu Handritini (við James White)?

Havi ikki møtt James White persónliga. White arbeiðir saman við nøkrum av mínum samverkafólkum í USA, har hann samskipar apologetik felagskapin Alpha & Omega Ministries:

http://www.aomin.org/

White hevur eina langa lívsroynd í gransking og kjakið, hevur skriva hópin av bókum og greinum og var eisini kritiskur ráðgevari í samband við New American Standard Bíbliuni:

http://www.aomin.org/articles/bio.html

Hann hevur seinastu árini luttikið í mongum kjakum, har í millum við heimskenda bíbliukritikkarin Barth Ehrman, John Dominic Crossan, ateistin Dan Barker, og Shabir Ally.

Í hesum youtubinum niðanfyri, framleggur hann eitt einastandandi 'forsvar' fyri søguliga álitið í Nýtestamentligu handritunum, í samband við tekst kritik; tildømis: kunnu vit líta á at Evangeliini og brøvini samsvara við elsta og upprunaliga tekstin? Samsvara elstu handritini millum sín? Eru tað feilir í handritunum, hvussu nógvir og hvussu týdningarmiklir?

Eg haldi ikki eg taki munnin ov fullan um eg siga at hetta er eitt mótspæl móti bíbliutekstkritikkarinum Barth Ehrman.

Wednesday, November 9, 2011

Ágangur móti kristnum í USA

Ikki allar detaljur eru opinberaðar í hesari sakini. Men býráðið í San Diego, hótti í 2009, pastorin David Jones og konu hansara Mary við eini stórari bót. Býráði pástóð at David og konan, ikki høvdu loyvi til at hava vinir í teirra íbúð, um kredsurin snúði seg um Bíblulestur, bøn og tilbiðjan. Hetta segði býráði verða brot á lógina. Ja...ljóðar eitt sindur sum Saudi Arabia og farna Sovjet.

Nú eru vit aftur inná einum líknandi dømi, eins og við Pilgrims Home ellisheiminum, har sekulerar kreftir vísa seg í sínum sannað hami.

Í hesum førinum vóru David og Mary fult klár yvir, at kravið frá býráðnum stríddi við lógir landsins. Tey tóku tí kampin upp og avgjørdu at skapa so stórt postýr um hendingina og tess tilgongd, sum møguligt.

Hetta førdi við sær at býráðið kom krúpandi aftur. Ein almenn umbering var givin, men umberingin vísti seg ikki at byggja á angur, men heldur á royndina at bjarga skinninum.

Hesuferð ljóðaði tað ikki longur, sum um at tað var ólógligt at 15 trúgvandi biðja saman í einari íbúð. Hetta hevði jú verið brot á amerikansku lógina. Nú var versiónin ein heilt onnur, nú var talan um vandan av at ov nógv vitjandi kundu taka ov nógv parkeringspláss, sum tíðskil kundi órógva nábúgvarnir.

Men Jones og Mary vóru skjótt at spyrja, um hetta eisini galt aðrar vinarbólkar, so sum bindiklubbar, poker bólkar, føðingardagar og annað? Í so fall hevði býráði og løgreglan havt úr at gera. Ein onnur versión ljóðaði tí, at ávaringin var upprunaliga grunda á klaguna hjá einum nábúgva. Men hetta gav jú heldur onga meining.

David og Mary og mong við teimum, er tí av røttum sannførd um, at ein antikristilig og sekuler ávirkan lá aftanfyri hendingina. Hendan niðurstøðan er ikki so heilt ótrúlig, nógvir slíkir tilburðir hava verið og fara fram í Vesturlendska samfelagnum í løtuni. Dømir uppá hvussu vandamikil og líti frælsislyntar hesar sekuleru krefturnar í veruleikanum eru, ella kunna gerast.


Monday, November 7, 2011

Gud er ikki til, tí at George Bush trýr uppá Gud (yeah right)


Á túrinum í UK í ár, hevði kristna blaði 'Christianity' prát við William Lane Craig, har í millum annað ný-ateisman og tess argumentir vóru viðgjørd.

Í prátinum vil Craig verða við, ný-ateismuna er meiri líknandi við eina pop-mentan, eina rørðlsu sum trívist av populariteti, heldur enn eitt rák sum fyriheldur seg til logik, grundleggjandi fakta og veruleika. Tað undrar tí ongan, sum Craig eisini framleggur í prátinum, at ateistar hava argumentera við øllum møguligum møsni í royndum sínum, fyri at sáa iva um Gudin.

Tað sum er øtiligt, og onkur kann møguliga veita eina staðfesting, ella vísa hesum aftur, er at Craig í prátinum, vísti á, at undir seinasta kjaktúrið sínum í Onglandi (ikki túrurin nú í oktober), vóru tað 3 út av 4 ateistum sum í almennum kjakið við Craig, høvdu sum høvuðsgrundgeving móti Guds ekistensi, ákæruna at Georg Bush er trúgvandi.

Sum um hetta hevur nakra ávirkan á argumentið um Guds tilveru. Tó har sótu hópin av góðtrúgvandi persónum og gloyptu hesum rátt. Ein vildi annars hildi, at eina alnóts amatørkjakarir sóu týdningin í slíkum argumentum, men deduktiónin var framløgd av slíkum sum í Onglandi alment umboða gudloysi.

Ivaleyst áttu vit at givi Craig rætt í, at nýateisma er at líkna við eina popmentan. Men um so er, mugu vit eisini býta í okkum at ein pop-mentan hevur stóra ávirkan:

"I’m afraid I don’t enjoy those debates with journalists and New Atheists as much because they are, frankly, so unsubstantive. It’s usually just them making appeals to the audience.
When I did my last UK speaking and debating tour, in three out of the four debates my opponents brought up George Bush as one of the most potent objections to the truth of Christianity. I ask myself, ‘How does George Bush claiming to be a Christian show that God doesn’t exist or Jesus didn’t rise from the dead?’ It’s just so obviously an attempt to push the hot buttons of those in the audience.

To Craig, it is a confirmation that ‘New Atheism’ is more bluster than substance. ‘I would describe it as a pop culture movement, rather than a serious intellectual one. But as pop culture I do take it very seriously. They have the momentum, and it’s very important that we as Christians expose it for the superficiality that it is.’
Nonetheless, a turn of events seems to suggest that it’s not just Dawkins who is unwilling to have his arguments against God put to the test."



Sunday, November 6, 2011

Kann Gud skapa ein stein so stóran, at Hann ikki megnar at lyfta hann?

Eg fari at leggja nøkur innlegg á bloggin í samband við absurd ateistisk argumentir. Tað fyrsta og mest klassiska er hendan niðanfyri. Argumentið er sum oftast tikið sum ein joke, men nøkur taka tað opinbart í álvara:

Friday, November 4, 2011

Ágangur móti kristnum í Evropa: Kristiligt ellisheim um samkynda kjakið

Eg havi á hesum bloggi, roynt at víst á vandamikilu antikristiligu tilgongdina í Evropa og her er enn eitt fekst dømið.


Pilgrim Homes, eitt kristiligt ellisheim í Onglandi, sum í 200 ár hevur verði virkið, var í 2009 fyri skotum av nútíðar, eirindaleysa, antikristiliga rákinum.

Býráðið í býnum Brigthon kravdi at ellisheimið útgreinaði sín holdning til samkynd.
Vælvitandi hvat kristin flest halda um samkyndan lívstíl, so var tað heilt opinbart, at býráðið leitaði eftir einari negativari niðurstøðu av kanningini, við tí endamálið at føra ellisheimið út í trupuleikar.

Kravið frá býráðnum var at íbúgvarnir, eldri fólk, tríggjar ferðir um árið skuldu staðfesta sína persónligu sexuellu orienteering, um tey vóru hinkynd, samkynd, bøssar, lesbisk ella okkurt annað. Harnæst skuldu myndir av samkyndum verða á reklamum fyri heimið og víðari skuldi starvsfólkið undirvísast í samkyndum tilfarið.
 
Starvsfólkið sýtti, greiddu frá at fleiri av íbúgvunum vóru yvir 80 ára gomul, kristin og summi fyrrverandi trúboðarir og pastorar, sum hvørki vóru von við prátt um sex, slett ikki um homosexualitet, og so slett ikki um hvat slag av sex tey sum 80 ára gomul dýrka. Starvsfólkið greiddi frá at hetta var belastandi, óviðkomandi og provokerandi mótvegis teirra religiøsa og mentunnarligu áskoðan.

Men hetta vildi býráði slett ikki hoyra tal um, og valdu teir tí, at stempla ellisheimi sum homophobist, og harvið stegða allan statsliga stuðul til heimið, út við 130.000 krónir.

Tá ein hugsar um at íbúgvarnir hava goldi skatt, heila teirra lív, og at hesi eru enskir statsborgarir, er einasta niðurstøðan tann, at býráði valda at revsa ein bólk av 80 ára gomlum, sum sjálvandi liva í einari aðrari tíð og mentan, fyri ikki semjast við einum nútíðar hálovaðum lívstílið.

Men er hetta tolerantur hugburður? Er hetta ikki meira at kallað ándsvagt? 

Í hesum eina førinum vóru tey kristnu tó vindikeraði. Ellisheimið kærdi málið og býráðið bakkaði út og heimið varveitti rætt sín til statstuðulin. Í sakini var tað fastsligi at avgerðin hjá býráðnum, var lítið annað enn ynski, at revsa ein bólk av ellisgomlum fólkum og at hesi høvdu goldi sín skatt og tí høvdu slíkan stuðul uppibornan.


Hesar gudleysu kreftir, sníkja seg í núverandi tíð, inn allastaðni, og ávirka bæði lóg og hugburð. Ivaleyst er rætt at siga, at eingin veit hvar slíkt rák førir okkum, og alt við hava at peika á, eru gudleysu politisku krefturnar í fortíðarsøgu, hvar vit í retrospekt, eru vitni til ætlað etisk og moralsk áhugamál, sum endaðu í kúgan og vitloysi.  

Sum kristin eiga vit at verða ansin, ávarða og fyri alt í verðini ikki lata okkum lumpa av teirra propaganda.

Wednesday, November 2, 2011

Álop á kristindómin, kristin og kristnu virðini í Evropa

Intolerance and Discrimination Against Christians in Europe




Ræðandi heimasíða sum vísir á núverandi versnandi anti-kristiligu tilgongdina í Evropa.

Líka frá kristnum, sum verða hótt, missa teirra starv ella verða skorðin niður í løn (um hesi ditta sær at deila teirra tankar á facebook), til ágang móti pro-life tilhengarum og álop og buking av ungum katolikkum. Ella hvussu við rættarsøkum og handtøku fyri at siga sína meining, ella fyri at boða kristnu trúnnað á gøtuni? Sjúk verð vit liva í.

Hvussu ætla hesir persónar at teirra útruddan trúgv, skal verða við at gera heimin til eitt betri stað? Royndi mann ikki hetta í Sovjet, Kina og øðrum religiónshatandi londum, fyri 30-50 árum síðani? Kundi tað sigast at gudleysa samfelag teirra gjørdist til eitt betri stað? Ella var hetta ikki upprunaliga endamálið? Sætt demokrati, sætt frælsi, friður og javnstøða?

Vandin íløtuni er at gudloysingar og sekulerir humanistar (millum annað) pilka við virðini og gerast svakir um onkur talar at. Kanska um nøkur ár, tá menn (kanska) flest, mentalt koma at føla seg sum kvinnir, tá hjúnabandið bara er ein veruligur heiður í einum samkyndum høpið, tá talið av dripnum óføddum kemur at økjast munandi og óbalansin veruliga kemur at merkjast, tá tað gerst vanligt at avlíva eldra ættarliði við aktivari deyðshjálp, ella hvør veit kanska hálvgum tvangi og Evropa mentanin er horvin, og vit ikki longur kenna okkum sum blomman í egginum---Tá, kanska, vit fara at líta aftur um bak og seta heilt aðrar spurningar enn vit gera ídag.

Hvør veit, kanska eg um 10-15 ár hevði verði handtikin, ella revsaður á annan hátt, fyri at skriva tað sum eg geri nú.

http://www.intoleranceagainstchristians.eu/

Tuesday, November 1, 2011

Gud og alheimarnir

Í hesum innlegginum, fari eg at framleggja nakrar hugleiðingar um Gud og multiversir.  
Sum eitt alternativ til eina guddómliga orsøk til uppruna alheimins, hava summi argumentara fyri einari ævigari kosmologiskari ‘inflations teori’. Um vit líka leggja 'Steady State Theory' tílsíðis eina løtu, so kemur hetta kemur tætt uppá og verður av eitt nú summum ateistum, kombinera við tað sum rúmdargranskarir kalla ‘multiverses’ (fleiri alsheimar) og sum eg fari at kalla multiversir. Hypotesan sum samanknýtur 'æviga inflatión' og multiversir leggur upp til, at okkurt økið av rúmd og tíð altíð er og hevur verið til. 
Harnæst verður lagt upp til, sum hypotesan sum multiversir vanliga undirbyggir, at okkara alheimur var settur ígongd av og úr einum øðrum alheimi; við øðrum orðum eitt dóttirunivers føtt av einum móðiruniversið (Davies, God and the New Physics, s.42).
Vísindafólk í vísa hesum áhuga, ger mikið burturúr, at viðgera invortis nátturuna av hesum universum og tess lógir, í antin knýta ella fráskilja hesi. Hetta er eitt annað evnið, sum hevur ført til mikla spekulatión millum fysikarir, rúmdargranskarir og filosofar.
Her verður spekulera í, at hesi (móðir og dóttir) bæði vildu verði upphildin av hvør sínum fysisku lógum, men kortini deila rúmdartíð frá einum økið av ómetaliga høgari orku rúmdartíð (Adams and Laughlin, The Five Ages of the Universe, s. 201; sí eisini Davies, God and the New Physics, pp. 40-2).
Her gera ávísar hypotesur seg galdandi: 1) tilgongdin er ævig ‘infinite’ (Adams and Laughlin, The Five Ages of the Universe, p. 201; sí Gribbin, In Search of the Edge of Time, p. 233 and Davies); 2) tilgongdin hevur sín uppruna í einari fyrsta-uppruna Big Bang ‘initial first caused’ (Andrei Linde, Self-Reproducing Inflationary Universe, í The Scientific American: Book of the Cosmos,  p. 392). Báðar áskoðanir gera seg annars galdandi millum vísindafólk og í kjakinum millum teistar og ateistar í samband við uppruna alheimsins, óheft av hypotesuni um multiversir.
Í samband við gudloysis áskoðan, so kundi ein í fyrstu sift pástaði, at hypotesan grundgav fyri einari ateistiskari áskoðan, nemliga at móðiruniversi hevjar seg so langt upp um menniskjans førleikar at gera kanningar, eftirsum alheimarnir eru atskildir og teirra lógir ymiskar, at ein ógreið ikki-guddómlig forkláring kann liggja aftanfyri uppruna og tilveru (Davies, God and the New Physics, s.42). Hetta halda summi ger upp við stóra paradoksi um ‘fyrstu orsøkina’ og tíðskil er argumenti um Gud ógrunda (Davies, s.41-42). 
Men Davies viðgongur tó (og hetta er av týdningi), at óansæð um slík hypotesa leggur upp til, at Gud er óneyðugur, so grundgevur hypotesan á ongan hátt fyri, at ein slík tilvera, ein slíkur uppruni og slík tilgongd eru møgulig (Davies, s.41).

Hvussu babyuniversir kunnu uppstanda
Men um tað nú skal grundgevast fyri multiversum, hvussu hevði eitt slíkt babyunivers upprunaliga verið sett ígongd? Her heldur Davies at nóg mikil hitið í móðiruniversinum, møguliga kundi ísett eina slíka tilgongd, har eins og ein minnið bobbla expanderaði frá eini størri, soleiðis kundi partur av universinum broti seg frá uppruna universinum og uppstaði sum eitt nýtt universi (Davies, s.43). Ein annar spekulantur, Stephen Hawking hevur framlagt eina aðra version. Uppskot hansara fevnur sjálvandi um 'svørt hol', har hann framleggur at teir partiklar sum ‘svørt hol’ súgva í seg, vildu í einum ‘singularity punktið’ verið sendir út aftur í forminum av babyuniversum sum enntá megna at uppihalda sær sjálvum.

Tað er sjálvsagt ómøguligt at grundgeva fyri slíkari hypotesu, og Hawking fastheldur ikki, at hetta styrkir hugsjónina um multiversir. Sjálvur heldur hann at slíkar smáar verðir einafer vildu slutta seg til rúmdartíðina av móðiruniversum, við tí úrsliti, at tær svunnu inní ómetaliga lítil svørt hol sum tilsíðst evaporeraðu (Hawking, Black Holes and Baby Universes, s. 105-14; sí eisini Hawking, A Brief History of Time, s. 105-20). Fyri at yvirspekulera kunnu vit eisini nevna Gribbin sum skjýtur upp, at hesir alheimar ikki evaporera, men veruliga kunnu bróta seg frá móðiruniversinum, tó at hesir kortini upphalda seg sjálvstendiga í móðiruniversinum og skapa sína egnu rúmdartíð og dimensión, við øðrum orðum er tað ikki rein rúmd men rúmdartíðin sum expanderar (Gribbin, In Search of the Edge of Time, s. 230-2, 233).

Veikleikar við hypotesuni (í ateistiskum høpið)
 Tað eru tó fleiri veikleikar við hypotesuni, serstakliga um hon skal grundgeva fyri tí ateistisku áskoðanini. Fyri tað fyrsta, so megnar hypotesan  líka lítið sum ‘Steady State ástøði’, at kombinera æviga tíð við eina søgu sum er heft at orsøkum. Við øðrum orðum, er tað meiri logiskt, at talan enn um eina tilgongd hefta at einari kosmologiskari søgu sum er ‘finite’; tað vil siga: sum ikki er ævig og hevur ein uppruna. Hetta frátekur tí ikki paradoksi um ‘fyrsta upprunan’ (Linde, Self-Reproducing Inflationary Universe,  in The Scientific American: Book of the Cosmos,  p. 392).
Harnæst kunnu vit sipa til Hawking. Um hansara hypotesa skal takast við, so má ein hava í huga, at talan er um partiklar í hann sjálvur ikki roknar fyri at verða veruligar. Hypotesan hjá Hawking fastheldur jú, at teir partiklar sum svørt hol súgva inn í seg enda í veruligari tíð og halda á í íhugsaðari tíð tá hesir verða útsendir aftur (Stephen Hawking, Black Holes and Baby Universes, pp. 105-14).
Fyri tað triðja, um talan er um at multiversir í samband við útihýsan av Gudinum, so fellur hendan royndin eisini. Ateistar munnu neyvan hava gjørt sær far um, at tað eru teistar sum halda væl um multiversir. Í bókini hjá Lee Strobel, ‘The Case for a Creator’, nevnir Strobel teistin Collins, sum hevur roynt at kombinera tey ymisku fysisku og kosmologisku ástøðini, so sum ‘inflation field’, convertering av orku til vanligan massa og variation í fysisku konstantunum sum neyðugir í ein pre-alheimi, fyri tryggja eina áhaldandi tilgongd (Strobel, The Case for a Creator, p. 173;). Collins fastheldur at hetta er  ein mekanisma, virkandi álíka einari breyðmaskinu, neyðugt fyri at tryggja eitt onkursvegna skipa univers eins og okkara (Strobel, 177). Torið tó ikki at siga, at Collins hevur framt nakað logiskt gjøgnumbrot. Hartil má tó sigast, at um andstøðan mótvegis teismuni, internet toymi ‘Infidel.org’ á heimasíðu teirra, skal takast í álvara, so er Collins kritiseraður fyri ikki at hava fullført sína doktaragrad í evninum. Men Collins er so bara tann eini teisturin, sum fastheldur at multiversir eru tekin uppá  ID (intelligent design).
Tað fjórða mótargumentið (um nú multiversir skulu eitast fyri at grundgeva móti teismu) liggur í tí sjokerandi veruleikanum at fleiri religiónir halda fast við tí áskoðan at tað eru fleiri alheimar. Talmudin og Koranin sipa til sjey himlar og Bíblian sipar til fleiri himlar (A. Cohen, Everymans Talmud (London: J. M. Dent & Sons Ltd, 1949),  p 31; Koranin (Sura 65: 12) og Esaias 42: 5). 

Mín stutta niðurstøða higartil, er at multiversir ikki vísindaliga kunnu prógvast ella grundgevast fyri. Tó sum ein teistur, kristin og ein sum trúgvi Bíbliuni, so eru multiversir partur av mínari trúðardoktrinu. Persónliga síggi eg ikki hvussu multiversir grundgeva mótvegis Gudi. Dugi heldur ikki at síggja hvussu ein slík tilgongd logiskt sæð skal roknast fyri at verða ævig og óheft av einum Skapara.