Saturday, October 15, 2011

Dóttirin


Eg vil bara gera lesarum og viðmerkjarum vart við, at eg verið ómetaliga passivur á blogginum komandi tvær vikurnar. Fleiri av lesarunum kenna meg og familju mína persónliga og eisini okkara núverandi torføru umstøður og fleiri av tykkum hava spurgt um støðu okkara og biðja fyri okkum. Eg fari tí at loyva mær, at nýta bloggin hesuferð, til eitt meiri persónligt innlegg. Vóni ikki nakar hevur nakað stórvegis ímóti tí.

Hesa vikuna, fara konan og eg til Danmarkar við trý ára gomlu dóttur okkara, í sjúkraørindum. 

Dóttur okkara hevur stríðst ómetaliga við sjúkuna Coalitis Ulserosis, í útvið tvey ár. Okkum vitandi, vóru læknarnir seinasta ár, ikki vitandi um nakran yngri enn dóttur okkara, sum var staðfestur við sjúkuni. Fyri at siga tað milt, hevur hon havt tað ómetaliga torført og sum foreldur, hava vit verið bæði óttafull og ørmaktaði.

Støðan íløtuni er, at meiri enn eitt ára medisinsk viðgerð, ikki hevur ført til nakran betring og kanska heldur skaða heilsu og vøkstur, samstundis sum at sjúkan, hevur havt sama árin á likami, so vit uppliva eina dubbulta negativa effekt í løtuni.

Læknarnir eru tí komnir til tað niðurstøðu og avgerð, at dóttur okkara, skjótast gjørligt, (tað er í komandi viku) skal undir skurðviðgerð, har í tjúktarmurin má takast. Tað er í hesum sambandinum, at vit verða burturstødd komandi tvær vikurnar.

Læt meg líka enda við at siga, at læknar og sjúkrasystrar bæði í Føroyum og í Danmark hava verði fantastisk; um nakar av tykkum lesur hetta, skulu tit vita at vit eru ómetaliga takksom og tit skulu hava eina ómetaliga stóra tøkk frá okkara síðu.


Hesa tíðina skal ein og hvør tó kenna seg fríðan, at skriva og viðmerkja.

Friday, October 14, 2011

Jay Smith kjakast við muslimar um boðið í Koranini at høgga hendur av fíggjindum Islams

Hetta er kjak, trúarverja og polemikkur tá tað er uppá tað harðasta. Hetta er kristni trúarverjin Jay Smith, í Speakers Corner í Onglandi í kjakið við hópin av muslimum.

Ein kann ikki siga at hetta er ikki eitt friðarligt og hóvligt slag av dialogi, men her gongur tað fyri seg uppá islamskan manner. Hetta er eisini tað kjak miljøði sum umstøðurnar tvingaðu meg út í seinastu 15 árini.

Jay viðgerð her boðið í koranini um at høgga av fíggindans hendur. Hetta er Ongland, men kortini halda nógvir av áhoyrarunum, at slík píning er jalig fyri fíggindar Islams og at hetta er ein rættur framferðarháttur.

Eg havi persónliga møtt Jay Smith og havi fleiri ferðir stuðla honum í almennum kjakið. Maðurin sum er ein víðakendur forsprákari fyri Kristindómin, er eisini kendur fyri sín kritik av Islam. Eg má siga at Jay torir ómetaliga væl, hann er blivin álopin og bukkaður fleiri ferðir og tað hava eisini verið royndir gjørdar at drepa hann; kortini so er hann áhaldandi í sínum kjakið bæði í Speakers Corner og í øðrum tiltøkum.

Eisini hevur hann luttikið í BBC sendingum, eitt nú í samband við Geert Wilders of 'Fitna' filmin.


Sendingin í BBC kann síggjast í hesum báðum leinkjunum:


Flestu muslimar í UK tora ikki at fara í holt við mannin og hetta hevur ført við sær at islamskir næmingafelagskapir hava sýtt fyri at fyrireika kjak har Jay er luttakari.

Jay er ómetaliga kendur fyri at kjakast við víðgongdar og militantar muslimar og var í 90unum áhaldandi í almennum kjakið við forsprákarir fyri militantu felagskapirnir Hizbu tahrir og almuhajorum.


Onnur video (kjak, prát, innlegg og fyrilestrar) av Jay Smith kunnu síggjast á Youtube:


Thursday, October 13, 2011

Good One (3)

Enn nakrar teknirøðir í samband við trúgv og darwinismu:


Og so tann seinasta; kanska ikki stuttlig, men týðandi kortini. Torir Dawkins at kjakast við William Lane Craig? Tað skilst at ein stólur fer at standa klárur á pallinum, um Dawkins til eina ella hvørja tíð skuldi at hætta sær inn í hølið, har bók hansara 'The God Delusion' fer at verða skotin í bitar. Um ikki ferð myndin av tóma stólinum ivaleyst at framstanda, sum eitt framtíðar icon:

Innvortis lív kyknunnar

Her er eitt youtube av video teknimyndgerðini hjá vælkenda BioVisions, um invortis lív kyknunnar. Hesir hava roynt við teknifilmum, at mynda so væl sum tilberð, hesar biologisku tilgongdirnar sum fyriganga seg í einari livandi veru.

Well...eitt kann sigast, tað fyrigongur nógvur ófataligur teknikkur fyri seg innan lívskipanini, kanska ov tekniskt til ikki at verða ónátturliga dult og mystiskt:


Fleiri video kunnu síggjast:


Sunday, October 9, 2011

Hava samkynd vísindafólk isolera eitt kristiligt gen?


Hetta er also ein joke (vóni eg)? Men eg takið tað fram kortini. Youtube er á tremum við tvætli og Gud hjálpi okkum tá Youtube verður okkara kelduvitan; sum tað er hjá summum (eg vil ikki nevna nøkur nøvn her).

Í hesum førðinum er pástandurin bæði óbegrundaður og villeiðandi, eftirsum: 1) Kristindómur er andaligur heldur enn genetiskur, 2) hetta tykjast at verða leikarar, heldur enn veruligar persónligheitir, 3) víð semja er um at hetta video uppstóð fyri at provokera kristin.

Haldi annars at tað var seinast í 90unum, at ein føroyskur ateistur framlegði hendan pástandin í Dimmalætting sum um tað var bera álvara.

Men hugsa tær, at skuldu vit tikið hetta í álvara, so hava samkynd vísindafólk isolerað tað kristna geni og um so var, kundi hetta ført til ymiskt rættuliga stuttligt. Eitt nú kundi hetta teologiskt sæð, kanska uppbakka, vísindaliga, tað gudfrøðiligu áskoðanina um útveljing.

Skuldu eg og mong onnur fari skeiv og pástandurin verið ein veruleikið, so hevði hetta veruliga verið eitt teologiskt gjøgnumbrot, og so kundi hetta eisini ført til møguligan ágang, tí so hava eg og onnur (um vit lítið toldu av) nú møguleikan at draga rúgvuvís av antikristnum føroyingum í rættin fyri brot á 266b (tað er sjálvandi, um vit skuldu fylgt fyridøminum hjá øðrum samfelagsbólkum í kenna seg onkursvegna álopnar).

Eingin hevur jú rætt til at niðurgera tað sum eg nátturliga eri, heldur ikki tí fylgjandi nátturligu áskoðanina, ella hvat?



http://www.youtube.com/watch?v=qCzbNkyXO50&feature=fvwrel

According to reports, homosexual geneticists have spent years attempting to isolate the gene that renders people Christian. As members of the Pink Tiger Research Institute, they’re hoping to isolate the cause of Christianity altogether within the next decade.
Dr Gary Delaney claims gay scientists have already prevented rats from being born Christian. “And hopefully,” says Dr Delaney, “humans will follow.”
Many Christians object to the findings, claiming their belief is not genetically determined.
Mr Ben Heppell, a. practising Christian says, “Look, Christianity is a lifestyle choice. It’s perfectly natural.”
But Pink Tiger claims the controversial religion is part of people’s DNA they say, Christianity can be inherited, just like baldness.
“The way they dress, the way they talk, they way they exhibit themselves in public” explains Dr Delaney. “We now know that being Christian is actually not their fault.”
Scientists say that until a method is found to remove the Christian gene, gay scientists will continue counselling local Christians to make positive changes to their lifestyle and values.
Parents of Christians, like Anne and Chris Mills, welcome the news with relief.
“We always worried that if we’d done something different, our child would not have ended up a Christian” says Mrs Mills. “But now we know he didn’t have a choice.”
Now, thanks to the work of Pink Tiger, there is a choice, which is good for Christians everywhere.
http://www.abc.net.au/cnnnn/news/s720688.htm

Legg merki til hugburðin og pástandirnar í hesum tekstinum: 1) 'Kristindómur kann genetiskt arvast', 2)  'ein metoda má finnast at taka burtur hetta kristna/religiøsa gene', 3) 'kristin kunnu ráðgevast mótsatt teirra genum, tey hava nú valið at mótarbeiða' (um eg skilji hetta rætt), 4) 'kanningarnar eru framdar og leiddar av samkyndum'.

Kanska ein heldur kundi sagt at kanningarnar er framleiddar av samkyndum.

Eg hugsi, um kristin eru kristin av nátturligum orsøkum, hví so ikki verða jalig og lata hesi varveita nátturliga rætt teirra at verða religiøs? Hví skulu royndir verða gjørdar at dekoda teirra nátturu? Hví skulu hesi ráðgevast mótvegis teirra nátturu (er hetta ikki rættuliga niðurgerandi og ótolerant í einum nútíðarhøpið)? Hví hevur hetta so stóran áhuga fyri granskarir sum eru samkyndir? Um eg og onnur kristin hava eitt vandamikið gen og hesi gen annahvørt mugu burturbeinast ella tann kristni møguliga venjast at mótarbeiða hesum geni: er hetta so eisini galdandi fyri tey sum eru bundin av samkynda geninum og onnur sum eru bundin at øðrum genum? Eru hesir vísindamenninir anti-kristnir, eru samkynd í taka undir við hesum anti-kristin? Um so er, 1) er hetta ikki eitt sindur mótsigandi, eftirsum hesi vilja berjast fyri teirra nátturligu rættindum? 2) Hava onnur so ikki loyvi til at verða anti-samkynd, í hvussu er til tann mun at vilja hjálpa samkyndum at mótarbeiða nátturu teirra?

Læt meg tó leggja dent á, at eg á ongan hátt havi áhuga í at gera meg inná, ella niðurgera samkynd, sjálvt um eg sum kristin ikki eri samdur við lívstílinum (kenni fleiri samkynd, havi arbeit við samkyndum og havi einki ímóti samkyndum). Greinin leggur bara upp til mótsøgnina í omanfyrinevndu útsøgnum.

Friday, October 7, 2011

Skipa Trúarverja í Føroyum



Ætlanin í framtíðini er at gera ein ella fleiri trúarverjubólkar. Veit at nógv kristin í Føroyum hava víst áhuga í hesum og stórur tørvur er á hesum eisini. Møti eisini fleiri og fleiri kristnum, sum longu seta seg inn í hesa tænastu, men slett ikki taka lut í skriving ella kjakið.

Byrja verður í Tórshavn, eftirsum eg búgvi í Tórshavn. Síðani føra við átakið vónandi inní Eysturoyð og Klaksvík/Norðoyggjar. 

Talan er um eitt kvøld um mánaðan, við ávísum evnum sum verða viðgjørd, har í eisini okkurt tilfarð verður at lesa heima gjøgnum mánaðin. Ivaleyst verður tað eisini gjørt brúk av bloggum og einari facebook síðu. 

Ætlanin er at bólkurin skal læra at kjakast, og tí leggja vit dent á venjing í kjakið. Vón mín er eisini, at hesir bólkarnir kunnu verða útgangstøði fyri tiltøkum og ymiskum átakið í framtíðini. 


Og, ja, sjálvandi verður tað ein drekkamunnur eisini.


Eitt skriv kemur ivaleyst út til kirkjur og samkomur í framtíðini og ivaleyst má eg runt Føroyar og tosa við samkomuleiðslur, pastorar og elstar, men læt meg endiliga vita, um tað er áhugi fyri hesum; eg kann eisini finnast á facebook.

Heitið fyri bólkin, viðtøkur, mál og skipan, eru avgerðir sum bólkurin má samtykja í saman.

Sjálvandi hevði tað verið stuttligt við einum opnum bólkið (har aðrir religiónir og gudloysi eisini kundu verið umboða), tað vit kalla ein dialog bólkur. Eitt slíkt átak tók eg sjálvur lut í, tá eg búði í Onglandi. Men í hesum førinum verður hetta ein bólkur fyri kristin-trúgvandi.

Thursday, October 6, 2011

Willam Lane Craig í UK: fleiri ateistar hoppa av


Tað er eingin loyna, at radikali gudloysingurin Richard Dawkins, hvørki hevur førleikan, argumentini, tíðansheldur torir at kjakast við kristna trúarverjan William Lane Craig, nú í oktober, tá fyrilestratúrurin hjá Craig verður í Onglandi (um Gud vil).

Á túrinum hjá Craig vóru tað annars tveir enskir ateistar, sum væl tordu at taka mannin uppá seg. Poly Toynbee, presidenturin av British Humanist Association og íðin kritikkari av religión. Og seinna umboðið fyri ateistiska sjónarmiðið, gudloysingurin og høvundurin A.C. Grayling.

Hesi kjakini vóru upprunaliga partur av túrinum hjá Craig, og atgongumerkir eru long seld. Eg skrivi 'vóru', eftirsum vit júst eru vorðin kunnað um, at bæði Toynbee og Grayling hava bakka út. Við øðrum orðum: í løtuni er okkum vitandi, eingin leiðandi ateistur í Onglandi, sum hættar sær í holt við William Lane Craig.

Toynbee sigur um hennara avgerð:

I hadn't realised the nature of Mr Lane Craig's debating style, and having now looked at his previous performances, this is not my kind of forum”.

Toynbee vísir í hvussu er ómetaliga erligheit, harafturímóti velur Grayling at háða Craig og lýgur enntá um, ikki at hava kjakast við Craig í Oxford, fyri seks árum síðani, tá hart leikaði á. Eg má tó viðganga, at eg eri ikki heilt klárur yvir, um Grayling absolut sýtir fyri at kjakast, ella um maðurin sýtir fyri at kjakast um upprunaliga evnið, sum er ateisma og moralur. Men tað átti jú at kunna lati seg gjørt, ella hvat?

Eg má siga at hetta undrar meg eitt sindur. Ateistar chanta áhaldandi um óførleikan hjá kristnum at kjakast við gudloysingar, men nú er onkursvegna ólag komi í propagandamiðstøðina.

Dawkins hevur tó møguleikan líka til endan. Tann 25 oktober er Craig settur til at hava ein fyrilestur í Oxford, har hann fer at afturvísa mongu argumentunum hjá Dawkins í bókini 'The God Delusion'. 

Mær vitandi verður eitt pláss á pallinum sett av til Richard Dawkins, um maðurin nú einaferð skuldi tora at møtt upp. Tað hevði verði ómetaliga gott, um bara ein talsmaður fyri ateistiska sjónarmiðið kundi lagt sína rødd til.

Um William Lane Craig lesa vit:

William Lane Craig is Research Professor of Philosophy at Talbot School of Theology, California. He has debated leading atheists the world over including Anthony Flew, Lewis Wolpert, Christopher Hitchens, and most recently Sam Harris, who described him as“the one Christian apologist who has put the fear of God into many of my fellow atheists.Following the debate with Hitchens, an atheist website concluded that Craig had“spanked Hitchens like a foolish child.”

Við øðrum orðum, at luttaka í einum kjakið við William Lane Craig, kann føra til, at ein tapur so dyggiliga. Man ikki hetta verða høvuðsorsøkin til at Dawkins, Toynbee og Grayling ikki vilja møta manninum?

http://www.bethinking.org/what-is-apologetics/introductory/british-humanists-take-to-the-bunkers.htm

---------------------------------------------------------------------------------------------------------
Heini Reinert hevur akkurát viðmerkt, at einki kjak hevur verið planlagt millum Craig og Grayling, heldur er støðan tann, at Grayling, eins og Dawkins, sýtir fyri at kjakast. Eg haldi at Heini hevur rætt í hesum. Tó undrar tað meg enn, at Dawkins og Grayling sum báðir eru leiðandi innan humanistiska rákið, lata hendan frálíka møguleikan fara frá sær.

Monday, October 3, 2011

Kristin í Onglandi hóttur við handtøku

Ein vildi ynskt at hetta var ein joke, men tað harmiliga er, at hetta er enn eitt dømi uppá, hvussu frælsi og rættindir teirra kristnu, í einum vesturlendskum samfelagið verða trakka á.

Ivaleyst er talan um forsmakkin av tí samfelagið, sum Dawkins og aðrir í umboða militanta statsateismu, hava í hyggju, um teirra fanatiska áskoðan far politiska megi.

Í býnum Blackpool, í Onglandi verður ein kristin kafe eigari hóttur við handtøku, í sínu egnu kristnu kafe, tí hesin dittar sær at vísa bíbliuvers á veggin:


Seinni var løgreglan noydd at umbera seg, men við einari rættuligari ússaligari umbering:


Vælkomin til tann fríða heimin, har ávísar røddir í hata Kristindómin, tó siga seg virka fyri trúarfrælsi og rættindunum hjá okkum øllum.

Saturday, October 1, 2011

Richard Dawkins stingur halan millum beinini

Mong gleða seg ómetaliga til røðutúrin sum William Lane Craig skal gera í Onglandi nú í oktober. Eg má annars líka kunnað lesaran, um mínar royndir at fáa Craig til Føroyar, men tað gekk bara ikki.

Mong, bæði gudsavnoktarir og teistar eru eisini varðin yvir tað dilemma sum vælkendi ateisturin Richard Dawkins hevur vavt seg inn í. Tí William Lane Craig hevur leingi vilja kjakast við Dawkins og hevur avbjóða hesum gudloysingi av til kjak í áravís. Men at taka lut í einari slíkari stórhending, tykist Dawkins ikki at vilja samtykja í. Heldur hevur hann í fleiri ár valt at stinga halan millum beinini og renna.

Mong, eisini ateistar, harmast sjálvsagt um tilgongdina og eru komin til tað niðurstøðu, at Dawkins í løtuni uppførir seg sum ein ordiligur ræðuskítur (fyri at nýta orði úr føroysku orðabókini, fyri coward). Sjálvur haldi eg, at hetta er ein upplagdur møguleiki hjá Richard Dawkins.

Dawkins hevur jú sjálvur lagt upp til slík almenn kjakforumir og slíkar ráðstevnur og eisini tað lyfti, um at vinna sigur á teistisku mótstøðufólkunum. Eisini hevur avbjóðingin frá William Lane Craig ljóða leingi, í áravís (mær vitandi), og mær vitandi, kann ikki sigast, at talan er um samanstoyttin, ella eina hólmgongu millum ein Dávid og Goliat, men heldur ein Goliat vs. Goliat.

Er Dawkins so ein ræðuskítur? Torið í hesum førið ikki at verða ov avgjørdur; men eitt veit eg, Dawkins hevur nýtt stór orð um at kjakast og vinna, so nú fáa vit at síggja.

Youtubi niðanfyri, er absolut vert at síggja, tað gevur eitt ótrúliga gott og skemtingarsamt innlit og summirat av støðuni:


Sí annars meiri á trúarverju blogginum:

Prát millum Antony Flew og Gary Habermas


Ein áhugaverdur dialogur millum ex-ateistin Antony Flew og heimskenda kristna trúarverjan Gary Habermas, á blogginum: Evangelical Philosophical Society.

Prátið millum hesar báðar, sera gløggu og hugsandi menninar, fór fram í 2004 og fevnir um hópin av evnum, so sum uppruna alheimsins og lívsins, Guds eksistens, 'vitugt snið' (intelligent design), teismu og deismu og annað.




Ein áhugaverd strofa hjá Antony Flew er orða soleiðis:

Absolutely. It seems to me that Richard Dawkins constantly overlooks the fact that Darwin himself, in the fourteenth chapter of The Origin of Species, pointed out that his whole argument began with a being which already possessed reproductive powers. This is the creature the evolution of which a truly comprehensive theory of evolution must give some account. Darwin himself was well aware that he had not produced such an account. It now seems to me that the findings of more than fifty years of DNA research have provided materials for a new and enormously powerful argument to Design.